Burturvístur næmingur drap 17 í Florida

Í minsta lagi 17 fólk doyðu í einum skottilburði í skúla í Florida, upplýsir løgreglan. Tann mistonkti er handtikin

Í minsta lagi 17 fólk doyðu í einum skottilburði í skúla í Florida, upplýsir løgreglan. Tann mistonkti er handtikin.

 

Seinnapartin í gjár kom fjáltur á næmingar í einum skúla í syðra parti av Florida í USA, tá ein maður fór at skjóta ímóti lærarum og næmingum.

 

Skott Israel, sjeriffur í Broward County, sigur sambært Reuters, at í minsta lagi 17 hava latið lív.

 

Skottilburðurin var á Marjory Stoneman Douglas High School í býnum Parkland, umleið ein tíma norðan fyri Miami. Vanlukkutilburður fór fram, tá næmingar fingu frí úr skúlanum.

 

Onkur – allar helst gerningsmaðurin – tendraði brandávaringina, og meðan næmingar streymaðu út úr flokshølunum, fór hann at skjóta í og kring ein ávísan bygning á skúlanum.

 

Løgreglan heldur, at hon hevur handtikið tann seka. Talan er eftir øllum at døma um Nikolas Cruz, ein fyrrverandi næming á skúlanum, sum sambært Reuters er 19 ára gamal.

 

Cruz var í sínari tíð burturvístur úr skúlanum av disiplinerum orsøkum, sigur Scott Israel. Sjeriffurin sigur samstundis, at Cruz brúkti í minsta lagi eina rifflu og fleiri magasin til at skjóta eftir ofrum sínum.

 

Gerningsmaðruin varð handtikin í grannabýnum Coral Springs. Tað var umleið ein tíma eftir skottilburðin á skúlanum.

 

Skottilburðurin er nummar 18 í ár.

 

– Hetta er ræðuligt fyri okkum øll, sigur skúlaleiðarin í økinum, Robert Runicie.

 

Bæði Donald Trump, forseti, og guvernørurin í Florida, Rich Scott, hava fingið boðini um støðuna og fylgja henni neyvt.

 

Sambært blaðnum Sun Sentiel ganga umleið 3.000 næmingar á skúlanum, sum hevur flokkar frá  9. til 12. flokk.

 

/ritzau/