- Gongdin í Zimbabwe hevur verið og er sera harmilig, og úrslitið er, at fólkið ræðist stjórnina og forsetan.
Tað sigur amerikanski forsetin, George W. Bush, dagin fyri umvalið í Zimbabwe. Bush, sum hitti umboð fyri trygdarráðið hjá ST, sigur, at talan er ikki um eitt veruligt val, tí eitt valevni sleppur ikki at reka sítt valstríð, og hansara veljarar kunnu ikki fara á valfund uttan at verða hóttir.
Robert Mugabe og stýri hansara halda fast um avgerðina at hava umval í morgin, sjálvt um andstøðuvalevnið, Morgan Tsvangirai, hevur tikið seg aftur.