George W. Bush hevur fleiri týdningarmikil mál á dagsskránni, nú hann vitjar Evropa. Hann skal tosa við teir evropeisku leiðararnar um størri hjálp til Afghanistan, fleiri tiltøk ímóti Iran og veðurlagsbroytingarnar, og hvat kann gerast fyri at tálma avleiðingum teirra.
Í dag hevur Bush havt fund við formannin í ES-nevndini, Jose Manuel Barroso, og Janez Jansa, forsætisráðharra í Slovenia, sum hevur formansskapin í ES í løtuni. Eftir vitjanina í Slovenia skal Bush til Týsklands, Italia, Fraklands og Bretlands.
Høvuðsørindini hjá Bush eru sambært amerikonskum diplomatum at fáa ES at herða trýstið á stýrið í Iran, og tað er líkt til, at hann kann fáa undirtøku fyri hesum. USA hevur roynt at fáa ES at forða ávísum iranskum bankum atgongd til altjóða fíggjarheimin, og tann spurningin tekur Bush upp á ferðini.
Eygleiðarar vænta ikki nakað frambrot í tingingunum um veðurlagsbroytingarnar, tí ES hevur bestan hugin at bíða eftir forsetaskiftinum í Washington.