Bush ávarar Russland

Amerikanski forsetin kom í gjárkvøldið við hvassorðaðum atfinningum at russiska hernaðarátakinum í Georgia Í einari viðmerking uttan fyri Hvítu Húsini hartaði George W. Bush Russland og russisku leiðararnar fyri hernaðarátakið í Georgia.

Hann segði, at russar mugu leggja á annan bógv og sleppa mtí, sum sambært forsetanum tykist vera ein roynd at fella georgisku stjórnina.

-Russland hevur gjørt innrás í eitt sjálvstøðugt grannaland og hóttir eina demokratiska stjórn. Ta framferðina kunnu vit ikki góðtaka í 21. øld, segði amerikanski forsetin.

Hann eggjaði Russdlandi til at taka undir við teirri vápnahvíldaravtaluni, sum ES og OSCE hava gjørt, og sum Georgia hevur skrivað undir.