Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins í tíðargrein í Sosialinum hetta vikuskiftið:
Tá Búskaparráðið legði várfreiðingina fram herfyri, varð staðfest, at búskaparvøksturin heldur fram. Vøksturin verður væntandi 6,2 prosent í 2026, og Búskaparráðið staðfestir eisini, at undirskotið á fíggjarlógini í 2025 helst verður minni enn væntað.
So skuldi ein hildið, at tað stendur so mikið væl til, at eingin orsøk er at broyta búskaparpolitikkin.
Men soleiðis er ikki. Reyðu lampurnar eru farnar at lýsa, hóast góðu búskaparligu gongdina.
Vit hava ein strukturellan trupulleika í rakstrinum av føroyska samfelagnum, sum okkurt má gerast við. Gera vit einki við hetta, so gongur tað útyvir haldførið í føroyska búskapinum.
Júst hetta ávarar Búskaparráðið eisini um í nýggjastu frágreiðingini, og sama Búskaparráð metir, at undirskotið frá 2023 til 2027 verður 1,2 mia. kr.
Fleiri átøk skulu gerast fyri at betra um haldførið, og eg havi nøkur ítøkilig boð uppá, hvat skal til fyri at tryggja, at búskapurin verður lagdur í eina legu, soleiðis at okkara fíggjarliga grundarlag at liva í Føroyum hongur saman.
Víðka um inntøkugrundarlagið
Eitt av málum Sambandsfloksins er, at inntøkugrundarlagið skal víðkast. Hetta skal gerast við millum øðrum at økja um arbeiðsfjøldina, og at vit skulu hava fleiri fíggjarlig bein at standa á.
Eitt økt og stabilt útboð av arbeiðsmegi er eisini við til at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag, har stórur tørvur er á røktarstarvsfólki og innan framleiðsluvinnuna. Vit hava longu hægsta arbeiðstíttleika í Føroyum, og vit skulu áhaldandi eggja føroyingum til at vera á arbeiðsmarknaðinum, so leingi tey hava hug og orku at arbeiða.
Enn fleiri føroyingar skulu flyta heimaftur, og vit skulu eisini hava tey fyrr heimaftur, enn í dag.
Mótrokningin hjá pensjónistunum skal takast av, heldur enn at hækka pensjónsaldurin.
Arbeiðsinntøkan hjá einum pensjónisti, ið er omanfyri kr. 61.900 verður í dag mótroknað. Um mótrokningin verður avtikin og inntøkan hjá 400 pensjónistum hækkar úr kr. 61.900 uppí kr. 200.000, so fer hetta at geva umleið 47 mió. kr meir í almennu kassarnar. 20 mió. kr í skatti og 27. mió. kr meir í nýtsluinntøkum. Hetta fíggjar kostnaðin av at avtaka mótrokningina.
Fiskivinnan hevur tænt okkum væl, og saman við alivinnuni hevur fiskurin verið grundarlagið undir okkara samfelag. Í løtuni fæst nógv av serliga botnfiski, og prísurin er góður. Somuleiðis hevur prísurin á laksi og uppsjóvarfiski verið í hæddini.
Góða fískaríið og góði prísurin er millum annað orsøkin til, at Búskaparráðið metti skeivt, tá tey mettu um inntøkurnar í 2025. Inntøkurnar vóru hægri enn mett, tíbetur.
Vit eiga tó ikki at dúva uppá, at høgur fiskaprísur hvørjaferð bjargar einum undirskoti á fíggjarlógini. Vit mugu sjálvi syrgja fyri at hava ein so góðan struktur, soleiðis at vit ikki verða ov hart rakt, tá fiskaríið ella prísirnir á heimsmarknaðinum svíkja.
Hyggja vit at søgu okkara, so síggja vit, hvat tað ger við okkara samfelag, at vit eru so bundin av einari vinnu.
Vit síggja stór sveiggj í búskapinum, tá prísurin er lágur, og fiskiskapurin er vánaligur, og hettar hevur eisini stórar avleiðingar í samfelagnum.
Fyri at sleppa undan hesum sveiggjunum, eiga vit at styrkja aðrar vinnugreinar.
Tað eru vakstrarmøguleikar í maritimu tænastuvinnunum. Nýggj vinnuøki eru millum annað innan skipasmíð, tænastur til ferðsluna í Norðuratlantshavi, fólkaflutning og proviantering.
Grundarlagið undir ferðavinnuni eigur at verða breiðkað, og á henda hátt kunnu fólk í Føroyum liva av vinnuni alt árið. Fyri nøkrum árum síðani bleiv sett sum mál, at føroysk ferðavinna í 2030 tilsamans skal hava ein umsetning uppá tvær milliardir krónur.
Harav skal vinnuferðavinnan standa fyri helvtini, sum er ein milliard.
Sambandsflokkurin fer at leggja nógv fyri at menna vinnuferðavinnuna.
Vit eiga at gera Føroyar til ein KT-vakstrardepil, og hetta økið eigur at mennast. Verður tað gjørt, ber til at útflyta KT-loysnir, og útflutningurin kann gerast ein stórur vinningur fyri samfelagið.
Eg haldi, at vit skulu tora at seta høg mál, so at vit í 2035 skulu útflyta KT-tænastur fyri 800 mió. kr. Um vit ikki tora at seta okkum høg mál, so flyta vit okkum ikki úr stað.
Ikki minst eiga vit at styrkja íverksetanarhugin. Har eru nógv átøk, ið eru skjót og løtt at gera, sum lættliga kunnu kveikja hugin at vera íverksetari.
Nýggjar íverksetarafyritøkur eiga at fáa skattafyrimunir, og so haldi eg, at vit eiga at brúka ein part av tí, sum landskassin fær inn í tilfeingisgjøldum til at stuðla uppundir íverksetan og vinnufremjan.
Á henda hátt brúka vit pengar frá vinnuni til at styrkja nýggjar vinnugreinar. Alt samfelagið vinnur av hesum.
Alt landið skal eiga lut í framgongdini
Løgtingið hevur samtykt at fara undir at prosjektera Suðuroyartunnilin. Ein stór verkætlan. Men ein verkætlan sum fer at hava ómetaliga stóran týdning fyri alt samfelagið.
Tølini tala sítt týðiliga mál. Suðuroyggin hevur ikki fingið lut í tí framgongd, sum restin av Føroyum hava havt nógv seinnu árini. Arbeiðsloysið í Suðuroynni er størri enn aðrastaðni, fráflytingin er størri og aldurssamansetingin er øðrvísi enn aðrastaðni í Føroyum.
Suðuroyggin er partur av okkara landi, og tí skal Suðuroyggin og suðuroyingar hava sama lut í menningini, sum aðrir borgarar eisini hava fingið og fara at fáa.
Fyri at knýta Suðuroynna uppí restina av samfelagnum umvegis veganetið, kunnu vit brúka stórrakstrarfyrimunirnar í Ríkisfelagsskapinum. Vinstri hevur gjørt greitt, at tey vilja arbeiða fyri, at tað ber til at fíggja Suðuroyartunnilin umvegis eitt statslán.
Halda fyribilsmetingarnar um kostnaðin av einum tunnli til Suðuroyar, so ber til at spara útivið eina milliard í rentuútreiðlum við einum statsláni.
Tamarhald á búskapinum
Týdningarmest av øllum er, at vit stýra búskapinum við skili og fastari hond, so vit fáa sum mest fyri hvørja skattakrónu. Stovnar skulu hava eina hóskandi stødd, har vit fáa eitt fakligt umhvørvið, soleiðis at borgarin og vinnan fær best møguliga tænastu.
Eisini er av alstórum týdningi, at sleppast kann undan dupultfunktiónum á okkara almennu arbeiðsplássum.
Inntøkur og útreiðslur ganga hond í hond, um vit vilja tryggja haldførið í búskapinum, og tí má hyggjast bæði at reka samfelagsstovnar á mest skynsama hátt, samstundis sum inntøkugrundarlagið verður víðkað.
Sambandsflokkurin er til reiðar at taka við tí ábyrgd, sum fylgir við at standa við landsins leiðslu.
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum











