Bussar og undirhald á Skálatrøð

Komandi sunnudag verður alment familjutiltak á Skálatrøð. Hetta er í sambandi við, at nýggja bussleiðin byrjar at koyra.

Økið letur upp klokkan 14.30, og tá eru bussar opnir fyri almenninginum. Umframt at Angela og Hannibal undirhalda børnunum verður tónleikur, kaffi og køkur.

Klokkan 15 bjóðar Heðin Mortensen, borgarstjóri, vælkomin, og Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd, heldur røðu. Síðan verður snórurin kliptur.

Bussarnir verða sýndir fram, og høvið verður eisini at sleppa ein busstúr í býnum við nýggju bussunum. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.