Bussførari fekk klipp fyri at koyra ov skjótt

Í vikuni hava fleiri bilførarar fingið kipp og bøtur, og onkur hevur fingið koyriforboð

Í ferðslukanningum hjá løgregluni í gjár fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

 

Millum bilførararnar, sum fingu klipp, var eisini ein bussførari, sum sambært vaktleiðaranum í morgun koyrdi 86 kilometrar um tíman.

 

Hetta var í óbygdum øki, har bussførarin bert hevði loyvi at koyra 70 kilometrar um tíman.

 

- Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 99 kilometrar um tíman, har hann hevði loyvi at koyra í mesta lagi 80, og hetta gav eitt klipp í koyrikortið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eitt klipp eisini varð givið bilførara fyri at brúka handhildnað fartelefon, meðan hann koyrdi.

 

Bilførarin, sum brúkti fartelefon, meðan hann koyrd, fær eisini 1000 krónur í bót.

 

Seinastu dagarnar hevur løgreglan verið víða um við ferðkanningum. Fleiri bilførarar hava fingið kipp og bøtur, og onkur hevur fingið koyriforboð.