BUSSLEIÐIN
Tað er nú komið so langt ávegis við samráðingunum um Bussleiðina í Havn, at endaliga avtalan verður væntandi undirskrivað í vikuni.
Hetta sigur Bogi Haraldsen, sum starvast hjá Tekniskudeild hjá Tórshavnar býráð.
Hann greiðir frá, at samráðingarnar sum so eru lidnar, og nú vanta bert undirskriftirnar. Sáttmálin liggur í løtuni á borðinum hjá tekniskastjóranum, Marius Müller, sum skal góðkenda sáttmálan. Hann skal eisini saman við borgarstjóranum, Jan Christiansen, undirskriva sáttmálan. Eisini skal Mourits Mourtitsen, stjóri og eigari av Mourtitsens bussum, skrivað undir. Hann er í løtuni burturstaddur, og hann kann seinka endaliga undirskrivingini.
At sáttmálin nú er til reiðar til at verða skrivaður undir merkir, at kommunan er sannførd, at veitarin, í hesum førinum Mouritsens bussar og Gundur bussar, kann standa við tað, hann hevur sagt og skrivað í tilboðnum í sambandi við útbjóðingina.
Bogi Haraldsen greiðir frá, at ein fittur partur av samráðingunum hevur snúð seg um, hvussu index reguleringin skal fara fram, t.e. talan er um ein sjey ára sáttmála, har leggjast skal uppfyri øktar útreiðslur.
Mourtitsens bussar og Gundurs bussar hava boðið at røkja Bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri í alt 10.710.843 kr. Talan er um leiðirnar 1,2 og 3 í Havn og 4/4x í Kollafirði og Kaldbak.
Verandi sáttmáli við busseigararnar, sum í løtuni røkja Bussleiðina, gongur út 1. februar, sambært Boga Haraldsen. Eftir hetta verða tað Mourtits og Gundur, ið fara at koyra.