Bussurin nærkast í hvørjum

Umlættingarheimið Dáin arbeiðir við at útvega ein nýggjan serflutningsbuss. Til endamálið skulu nógvir pengar. Farna vikuskiftið kom eitt gott íkast til peningasavnanina, tá heimið hevði tombola, og Kiwanisfelagið handaði teimum ein kekk áljóðandi 30.000 krónur

Klaksvík:
Jólini eru í hondum, og leygardagin fekk umlættingarheimið Dáin eina sera stóra jólagávu frá Kiwanisfelagnum í Havn. Ein kekk upp á 30.000 krónur til nýggjan serflutningsbuss til heimið.
Noomi Nielsen, sum er ein av stuðuslfólkunum, sigur, at stuðulin kemur einastandandi væl við, tí ein nýggjur bussur til Dáan er hart tiltrongdur.
? Tann gamli bussurin hjá okkum er nú 15 ár, og hann kostar okkum avbera nógv í umvælingum, so nú er tíð upp á at skifta hann út, sigur hon.
Hon greiðir frá, at brúkarunum dámar so væl at sleppa ein busstúr, og tað kemur ofta fyri, at tað fyrsta tey spyrja um, tá tey koma um morgnarnar er, um bussurin er í lagi.
Hartil skal eisini sigast, at ein tílíkur bussur er sera neyðugur, tí brúkararnir í Dáanum koma allastaðnis frá.
Noomi sigur, at byrjað varð at savna pening inn til ein nýggjan buss fyri nøkrum árum síðani, men so kom steðgur í av eini ella aðrari orsøk. Við ársbyrjan í ár, varð so gjørt av at taka arbeiðið uppaftur.
Og nú hava tey savnað reiðiliga helvtina av teimum 350. - 400.000 krónunum, sum bussurin kemur at kosta.
? So vit hava nakað eftir enn á mál. Vit hava heldur ikki endaliga avgjørt, hvat tað skal verða fyri ein bussur, men vit mugu herja á aftur aftaná nýggjár, sigur Noomi.

Góður stuðul
Hon letur avbera væl at stuðlinum, sum tey hava fingið. Umframt at heimið hevur havt fýra tombola í hesum árinum, sum hava gingið sera væl, hava tey somuleiðis fingið stuðul runt um í landinum. Og so fingu tey stóra kekkin frá Kiwanis leygardagin.
? Vit eru púra ovfarin av stuðlinum, og tøkkin kann ikki sigast í orðum, sigur Noomi, sum gleðir seg so at siga líka nógv sum brúkararnir til nóg mikið av pengum eru komnir inn til nýggja bussin.
? Ein tílíkur bussur hevur alstóran týdning fyri okkum. Ikki bara at flyta brúkararnar. Teimum dámar sum sagt væl at sleppa túr, og tað hava vit eisini nýtt høvi til rættuliga ofta, sigur hon. Ofta fara tey busstúr til Viðareiðis ella í plantasjuna í Kunoy ein góðveðursdag. Og er tað nakað, sum gleðir brúkararnar sera nógv.
Men sum sagt, so kann gamli bussurin sigast at hava tænt fyri sítt breyð nú, og tí skal ein nýggjur útvegast.
Ein tílíkur bussur kemur at taka sjey ferðafólk umframt bilføraran. Nær Dáin kann vænta at hava nóg mikið til at keypa hann, er ikki greitt, men soleiðis sum tað hevur gingið við innsavningini í ár, so kann tað ikki væntast, at tað fer at ganga so øgiliga long tíð.