Bústaðarneyð: Yvir 700 bústaðir í Havn standa tómir

Hóast bústaðarneyðin aldrin hevur verið størri, standa nógv hús tóm, sigur borgarstjórin í Havn

Í Tórshavnar Kommunu eru tað yvir 700 bústaðir, sum standa tómir. Tað staðesti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú býráðið hevur samtykt at gera eitt stykki byggiklárt úti á Argjum til einar 150 – 180 bústaðir.

 

Les meiri um tað her: Fólkatalið á Argjum fer at veksa eini 600 – 700 fólk

 

Tá ið býráðið samtykti málið vóru tey samd um, at hetta var eitt gott tiltak, og tað var enntá kallað ein sólskinssøga.

 

Men í hesum sambandi upplýsti Heðin Mortensen, at hóast bústaðarneyðin er stór, er veruleikin, at yvir 700 bústaðir í Havnini standa tómir. Hann sigur, at ein uppgerð hjá umsitingini hjá býráðnum vísir, tað eru eini 450 sethús, sum standa tóm og 232 íbúðir standa tómar. Samstundis eru tað 35 aðrir bústaðir, sum standa tómir.

 

Heðin Mortensen legði afturat, at hann dugir ikki at siga hví fólk, sum eiga ein bústað, tey ikki brúka, ikki vilja leiga hann út, ella selja tað. Hann heldur, at hetta eru viðurskifti, sum kanska áttu at verðið kannað.