Button vann HM

Við einum fimta-plássi í brasilska Grand Prix’num tryggjaðu Jenson Buttun sær seinastu neyðugu stigini, soleiðis at hann nú fyri fyrstu ferð kann rópa seg heimsmeistara í Formel-1. 29 ára gamli Button byrjaði annars koyringina sum nummar 14, men við framúr koyring vann hann seg neyðugu plássini uppeftir. Grundarlagði undir HM-heitinum legði Button tíðliga í kappingini, tá hann vann seks av fyrstu sjey kappkoyringunum, og síðani hevur hann hildið fast um leiðsluna.