Bygdarstevna verður í Hvalba hetta vikuskiftið

Nógv virksemi verður í, og rundanum Roynhøllina Dýra Biðidag og leygardagin

Hesi seinastu árini hevur bygdarstevna um várið verið fastur táttur í virkseminum hjá Bóltfelagnum Royn. Og stevnan í ár verður hetta vikuskiftið við ymsum tiltøkum á skránni.

Bygdarstevnan verður í morgin, Dýra Biðidag og leygardagin.

Stevnan byrjar í morgin klokkan 14 á Skúlastykkinum, táið Niels Nattestad, vanliga nevndur Natte, ættaður úr Hvalba, men búsitandi í Havn, setir stevnuna.

Annars eru nógv ymisk tiltøk á skánni.

Báði í morgin, og leygardagin eru alskyns tiltøk á skránni í Roynhøllini,

Har er m.a. skjóting fiskidammur, tombola, 21 spæl, køkutombola, o.s.fr.

Har fæst eisini popkorn, kaffi og kakur til keyps.

Nógvur fótbóltur er eisini á skránni.

Høvuðsdysturin verður í morgin kl. 18, táið 2. deildarliðini hjá Royn og NSÍ spæla landskappingardyst, sum eisini er steypadystur.

Men annars spæla smádreingirnir hjá Royn og AB steypadyst í morgin, kl. 14.30.

Leygardagin verða tveir dystir. Kl. 16 spæla smápiltarnir hjá Royn og TB b og kl 17 spæla piltaliðini hjá Royn og TB b.

Sum vanligt seinastu árini,verður fer eisini at bera til at sleppa ein túr á hestbaki. Ríðingin verður í morgin kl. 16 og leygardagin kl. 14.30.

Sum nakað nýtt er ætlanin at lata óvitar sleppa ein siglitúr við nýggja seksæringinum Naddoddi av Tvøroyri. hetta verður í morgin kl. 15.30 og leygardagin kl. 14. Men hetta er treytað av, at tað viðrar.

Báðar stevnudagarnar verður eisini útimøti um kvøldið.

Í annaðkvøld kl. 21 hevur Brøðrasamkoman útimøti undir Gamla Skúla og leygarkvøldið kl. 20 hevur Frelsunnarherurin útimøti á sama stað.

Og bæði kvøldini er eisini dansur. Fríggjakvøldið spæla Moon Shot úr Vestmanna og Leygarkvøldið spæla Lagamenn.