Nú summarferian nærkast og skúlabókin verður latin aftur fyri hetta skúlaárið er vanligt, at skúlaflokkar av bygd leita til høvuðsstaðin at síggja ymiskt har.
Hesa seinastu tíðina hava nógvir slíkir flokkar vitjað í blaðhúsinum á Argjum - eitt nú hesin skúlaflokkurin ella rættari flokkarnir - tí tey eru úr 3., 4., 6. og 7 flokki úr skúlanum í Árnafirði.
Nú um dagarnar vitjaðu øll tey seks skúlabørnini í Árnafirði á Sosialinum saman við lærarinnuni.
Á blaðnum varð greitt frá arbeiðsgongdini, hvussu eitt blað verður til frá tí at tað verður skrivað á teldurnar til blaðið verður prentað á prentsmiðjuni.
Skúlabørnini í Árnafirði høvdu so eisini verið á vitjan nógva aðrastaðni, eitt nú í sjónvarpinum og útvarpinum, á frímerkjadeildini, Norðurlandahúsinum og høvdu so eisini verið útferð í Kirkjubø og á Velbastað.
Avgjørt ein hendingarrík tíð fyri skúlabørn kring alt landið.
Nú um dagarnar vóru skúlabørnini í Svínoy eisini á vitjan í blaðhúsinum, og hósdagin kemur túrurin til skúlabørnini á Húsum og í Syðradali.
Tey seks skúlabørnini saman við lærarar støkka inn á gólvið hjá blaðstjóranum. Tey eru: Henrik Olsen og Jákup Hansen úr 7. flokki, Páll Olsen úr 6. flokki og so Miriam Olsen og Lilly Hansen úr 3. flokki. Lærarinnan er Charlotta Thorsteinsson. Mynd Jens K. Vang