Byggilóg fyri landið á veg

Á landsfundi Fólkafloksins kundi Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, avdúka, at arbeitt verður við at gera eina landsbyggireglugerð og eina yvirskipaða byggilóg fyri landið

LANDSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo

Annika Olsen greiddi í høvuðsheitum frá nøkrum av teimum málsøkjum, sum hon umsitur, og hvat sødi seg í innlendismálaráðnum.
Innan lógarøkið nevndi hon verjumálslógina, ið betrar munandi um rættarstøðuna og rættartrygdina hjá veikum bólkum so sum fólk við demens, sálarsjúk og menningartarnað.
Eisini nevndi hon mongu broytingarnar í revsilógini. Talan er um 55 broytingar, millum annað herda revsing fyri siðamisbrot, at hava barnapornigrafiskt tilfar í varðveitslu og at breiða hetta tilfar út, herd revsing fyri neyðtøku, fyri mannahandil og fyri vanligan harðskap.
Eisini eru broytingar í rættargangslógini gjørdar, ið umfata hægri krøv til advokatar, eitt nú til útbúgving, broyting í rættargangslógini viðvíkjandi heimildini hjá løgregluni til at verða virkin í SSP samstarvinum, eitt samstarv millum sosialar myndugleikar, skúla og politi til tess at fyribyrgja harðskap so tíðliga sum gjørligt.
- Á lógarøkinum havi eg fyrireikað tríggjar yvirtøkur, har felagslýsingar eru undirskrivaðar við danska løgmálaráðharran. Talan er um fíggjarrættin, ið er samtyktur at yvirtaka í Løgtinginum, og yvirtøkurnar av revsirætti og lógin um sakføraravirksemi liggja í Tinginum til viðgerðar í løtuni, segði Annika Olsen.
Hon nevndi eisini, at lógin um dna-profilar, sum er ein liður í at avdúka harðskaprmál, verður løgd fyri Tingið í hesi tingsetuni.


Á byggitekniska økinum verður arbeitt við at gera eina landsbyggireglugerð og eina yvirskipaða byggilóg fyri landið.
- Viðvíkjandi landsbyggireglugerðini verður tað farið stigvíst til verka. Fyrsti partur av arbeiðinum fevnir um bjálving og tetting, sum verður sett í gildi fyrst í komandi ári. Hetta skyldast í høvuðsheitinum førda veðurlagspolitikkinum, segði Annika Olsen.
Ein partur av landsbyggireglugerðini eru atkomuviðurskiftini fyri tey, ið bera brek.
- Hesin parturin er nú liðugur, og fari eg á landsstýrisfund mánadagin við kunngerðini, sum vónandi fær undirtøku. Tað hevur verið tosað um hesa kunngerð í meiri enn 20 ár, so tað er at fegnast um, at hon loksins sær dagsins ljós, segði Annika Olsen.
Hon kom eisini inn á ferðslumál, ið hon eisini umsitur.
- Sum landsstýriskvinna í ferðslumálum raðfesti eg ferðslutrygdina ovarliga. Vit hava ikki ráð at missa fleiri fólk í ferðsluni, segði landsstýriskvinnan.
Hon vísti á onkrar av mongu broytingunum, sum eru gjørdar í ferðslulógini, eitt nú nullmark fyri rúsandi evni. Mong ung blanda rúsevni, eitt nú narkotika og hassj, saman við alkoholi, og hevur hetta víst seg at verða ein vaksandi trupulleiki.
- Krøvini fyri at sita í bilbelti eru herd, samstundis sum bøturnar eru hækkaðar. Eisini er promillumarkið sett niður í 0,2, segði Annika Olsen.
Hon kom eisini stutt inn á ábøturnar, sum í løtuni verða gjørdar við vegamótini í Streymnesi og Hósvík, og arbeiðið at hegna fram við vegunum, har sáttmáli er fingin við eigararnar.
Somuleiðis hevur landsstýriskvinnan sett ein arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar fyri einari hálkubreyt í Føroyum, eitt arbeiði, ið skal verða liðugt í ár.

Nýggj kommunuskipan
Landsstýriskvinnan nam eisini stutt við útlendingamálið og segði, at ein felagslýsing er undirskrivað við danska integratiónsráðharran um yvirtøkuna av útlendingamálum í seinasta lagi 1. januar 2011.
- Í hesum sambandi verður arbeitt við at orða ein integratiónspolitikk fyri Føroyar. Krøv verða sett til føroyskt mál, kunnleika til føroyska mentan, politikk, og samfelagsviðurskifti til tess at veita teimum veruliga rættartrygd og eina sunna integratión í Føroyum, segði Annika Olsen.
Eitt annað av stóru málunum, sum Annika Olsen umsitur, er kommunumál. Álit er skrivað sambært samgonguskjalinum og arbeiðssetningurin var:
• kommunueindir
• millumkommunala javningarskipan
• raðfesting av greiðum uppgávum og ábyrgdarbýti millum land og kommunur
• blokkstuðul
•eftirmeting
Talan er um ein samlaðan pakka, og tað er ikki ætlanin at gjøgnumføra nøkur punkt, meðan okkum liggja.
- Matrikkullógin og býarskipanarlógin eru liberaliseraðar, bæði fyri óðalsjørð og kongsjørð. Matrikkullógin er frá 1962 og er á mangan hátt stirvin, segði Annika Olsen.

Taka ábyrgd
Mest aktuella økið, ið Annika Olsen umsitur, er umhvørvi og veðurlagsmál.
- Breið politisk semja er fingin millum allar politisku flokkar á Tingi um at Føroyar skulu skerja útlátið við í minsta lagi 20% í 2020 í mum til útlátsstøðið í 2005, segði landsstýriskvinnan.
Støðufrágreiðing skal leggjast fyri Tingið annað hvørt ár til tess at vita, um vit kunnu røkka einnum størri niðurskurði av CO2 útláti.
- Tað eru bert fáir dagar til altjóða veðurlagsráðstevnan verður í Keypmannahavn. Veðurlagsbroytingar eru størsta avbjóðingin, politikarar í hesi øldini standa yvirfyri, segði Annika Olsen.
Hon segði, at vit ikki longur kunnu lata eyguni aftur og vóna tað besta, tí tað er staðfest, at menniskjað hevur havt sín virkna leiklut í, at hitalagið á jørðini er farið út av kós, og tískil er tað eisini okkara skylda at fáa hetta í rættlag aftur.
- Vit skulu sum øll onnur heimsins lond taka okkara skyldur á okkum og tryggja okkara eftirkomarum eina jørð í javnvág, soleiðis sum vit sjálvi hava uppliva hana, segði Annika Olsen.