Byggivinnan væntar størri tørv á arbeiðsmegi

Føroyska byggivinnan er vorðin bjartskygdari og væntar, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at vaksa nógv komandi árið.

Mynd: Hagstovan

Tað vísir nýggjasta konjunkturbarometrið hjá Hagstovu Føroya.

 

Samlaða konjunkturbarometrið er tó lækkað og er nú 5. Tað er lægri enn bæði seinasta uppgerðin og langtíðarmiðalið, sum er 14. Sambært Hagstovuni eru tað serliga húsarhaldini og byggivinnan, sum eru bjartskygd, meðan tilfeingis- og framleiðsluvinnan væntar lægri framleiðslu og lægri søluprísir. (hagstova.fo)

 

Byggivinnan er vorðin munandi bjartskygdari um framtíðina. Ávísin fyri vinnuna er hækkaður úr 2 upp í 24, sum er beint oman fyri langtíðarmiðalið á 22. Samstundis er ávísin fyri væntaðan arbeiðstørv komandi árið hækkaður úr 6 upp í 46. (hagstova.fo)

 

Hagstovan vísir eisini á, at fleiri byggifyritøkur uppliva mangul á arbeiðsmegi. Í januar søgdu 44 prosent av fyritøkunum, at arbeiðsmegi var ein avmarking fyri framleiðsluna. Nú er talið vaksið upp í 71 prosent. Samstundis eru bíleggingarnar nakað fleiri enn áður. (hagstova.fo)

 

Handilsvinnan er framvegis bjartskygd, hóast hon væntar, at sølan fer at minka komandi árið. Tænastuvinnan væntar størri eftirspurning, meðan tilfeingis- og framleiðsluvinnan er meira varin í sínum metingum. Húsarhaldini eru eisini eitt vet meira bjartskygd enn fyrr í ár, hóast brúkaravæntanirnar framvegis liggja undir langtíðarmiðalinum.

 

24 prosent av spurdu húsarhaldunum siga, at tey fáa endarnar júst at røkka saman. 58 prosent siga seg spara nakað upp, meðan knapt sjey prosent siga seg spara nógv upp. Hóast stóran prísvøkstur seinastu árini, eru tað ikki nógv, ið siga seg mugu læna pening. Sjey prosent siga seg brúka av uppsparingini.

 

Lesið meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

 

Mynd: Hagstovan