Ætlanin er at gera ein Økisdepil fyri sinnisveik í tilknýti til ætlaðu byggingina av einum røktarheimi í Vági, sum kommunurnar í Hovi, Porkeri, Vági og Sumba verða felags um. Økisdepilin fyri sinnisveik verður tó bygdur og rikin sum ein landsstovnur burturav.
Henda ætlanin er grundað á tilmæli frá Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum og Deildini fyri sinnisveik í Heimarøktini og Serforgini. Tað hevur longu verið greitt, at tørvurin er stórur á serligum átøkum fyri sinnisveik í Suðuroy. Tað verður millum annað staðfest í tørvsmetingum, sum landsstýrismaðurin hevur fingið frá Psykiatriska deplinum og Heimarøktini og Serforsorgini í februar í ár.
Ætlanin við hesum nýggja stovni er at samskipa bæði sosialpsykiatrisk bústaðar- og virknistilboð og økispsykiatriskar fyribyrgjandi og eftirviðgerandi tænastur fyri sinnisveik í Suðuroy.
Støddin á stovninum verður ætlandi 8 sosialpsykiatrisk búpláss og 2 umlættingarpláss, umframt høli til virknistilboð, økispsykiatriska viðgerðar- og ráðgevingartænastu og ein miðstøð fyri stuðulsskipanina fyri sinnisveik, sum er í oynni.
Málið verður lagt fyri løgtingið eftir ólavsøku, og er ætlanin at samskipa byggingina mest møguligt við ætlaðu byggingina av røktarheiminum í Vági.