Nú verður fyrsta ferðamannskip bygt til at sigla í økinum kring Norðpólin. Tað er norska skipasmiðjan Vard Søviknes, sum byggir heimsin fyrsta cruise-skip, sum er ætlað at sigla kring Norðpólin. Hetta skrivar Arkitisk Nyt.
Franska reiðaríið Ponant hevur umbiðið skipini, sum ætlandi verða liðugtbygd í 2021. Ponant førir seg fram við marglætisskipum.
Ponan Icebreaker, sum nýggja skipið skal eita, fer at hava pláss til 270 ferðafólk á 175 kømurum. Skipið verður 150 metrar langt, og manningin fer at telja 180 fólk. Skipið fer at hava tvær tyrlur umborð.
Prísurin fyri Ponan Icebreaker verður tvær milliardir krónur.