Byggja út fyri 188 milliónir næsta ár

Størstu upphæddirnar, sum landsstýrið ætlar at brúka til útbyggingar komandi ár, fara til Landssjúkrahúsið og til ein nýggjan Smyril

 

Næsta ár skal landskassin byggja út fyri 188 milliónur ymsastaðni í Føroyum.

Tað er í hvussu so er ætlanin eftir uppskotinum til fíggjarlóg, sum er lagt fyri tingið.

Hetta er eitt lítið sindur meiri, enn landskassin byggir ut fyri í ár, tí tá ið eykajáttanirnar eru taldar uppí, verður útbygt í ár fyri 183 milliónir.

Í 1999 varð útbygt fyri 134,7 milliónir, í 1998 fyri 82,6 milliónir og í 1997 fyri 65,8 milliónir.

Eftir uppskotinum, sum er lagt fyri tingið til fíggjarlóg fyri 2001, fara 53,4 milliónir av øllum íløgunum komandi ár til vegir, havnir, tunlar og tyrlupallar kring landið.

Hetta er næstan ein triðingur av allari verklagsætlanini hjá landsstýrinum fyri komandi ár.

Hetta virksemið er spjatt kring alt landið.

Yvirhøvur eru tær flestu útbyggingarnar, sum skulu gerast, kring um í landinum og lítið og onki skal byggjast út í miðstaðarøkinum.

Landsstýrið sigur, at tað er nógv virksemið í landinum, serstakliga í miðstaðarøkinum.

? Tí hevur verið roynt at raðfesta verklagsætlanina soleiðis, at hon ikki stimbrar virksemið í landinum ov nógv.

? Av tí sama verða flestu útbyggingarnar úti um landið, har virksemið ikki er so nógv, sum í miðstaðarøkinum og tískil eisini minni vandi fyri at hita búskapin ov nógv.

Eitt undantak er Landssjúkrahúsið, sum fer við 35 milliónum komandi ár.

Men tað er eitt tiltak, sum landsstýrið ikki heldur kann bíða longur, hvussu so víkir og vendir.

Ein annað stórt tiltak, sum farast skal undir komandi ár, er, at tá skal byrjast upp á arbeiðið at byggja nýggjan Smyril.

Landsstýrið skjýtur upp at seta 30 milliónir av til tað endamálið komandi ár.

Hvar hetta skipið verður bygt er ikki avgjørt enn. men tað fer neyvan at ávirka, ella skapa nakað virksemi í Føroyum.

Triðstørsta útbyggingin, sum ætlanin er at gera komandi ár, er útbyggingin av løgtingshúsinum.

22,4 milliónir eru settar av til tað endamálið.

Hetta er nakað, sum landsstýrið lítla og onga ávirkan hevur á, tí formansskapurin í tinginum ásetur upphæddina sjálvur, sigur landsstýrið. Landsstýrið ætlaði annars ikki at seta meiri enn 4 milliónir av til hetta endamál komandi ár.