Hann hevur sjálvur annar valt at lata seg stilla upp til formansvalið í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Sum trettan ára gamal flutti Hans til Havnar úr Skopun. Hann gjørdist longu sum fjúrtan ára gamal limur í Havnar Arbeiðsmannafelag, tá hann fór í starv hjá Bacalao.
Hann starvaðist har nøkur ár og fór at sigla úti og var burtur. Í 1978 fór hann aftur í fast starv hjá Bacalao, og hann starvast í ár á 25. ári. Hann hevur øll árini fingist við at frysta slógv, sum verður selt sum minkafóður og útflutt.
? Tá núverandi formaðurin gjørdi av ikki at stilla uppaftur, so heitti fleiri á meg um at stilla upp, og eg haldi meg vera líka kompetantan sum onkran annan, sigur Hans Joensen, tá spurt verður eftir orsøkini til, at hann valdi at lata seg stilla upp til formansvalið.
Fundamentið
Hans Joensen er glaður fyri felagið, hann nú ætlar at gerast formaður fyri. Hann er fegin um mátan, ið leiðslurnar seinastu árini hava rikið felagið.
Verður tað Hans Joensen, ið gerst formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, verður bygt víðari á sama grundarlag.
? Eg meti, at eg eri førur fyri at føra felagið á sama tryggja grundarlagið, sigur Hans Joensen.
Tá tosað verður um sama grundarlag í Havnar Arbeiðsmannafelag, so er einki at taka feil av, at tosað verður við støðið, Karl Johansen legði sum formaður í 25 ár.
? Vit hava eitt gott fundament, sigur Hans sannførandi.
Málini hjá Hans eru einføld og grein: At gera eitt gott umboð fyri felagið og limirnar. Arbeiðsleisturin fer at líkjast nógv tí, sum er, verður Hans Joensen formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
? Eg ætli mær at halda fram eftir verandi leisti, har farið verður hóvliga fram, sigur Hans Joensen.
Verður Hans valdur, so er hetta fyri eitt tvey ára skeið. Skipanin virkar á tann hátt, formaðurin verður valdur á aðalfundi, og limirnir greiða atkvøðu. Fyrr kundi stillast upp á fundinum, men soleiðis er ikki longur, og nú skulu uppstillingarnar latast inn skrivliga og áðrenn 1. januar. Aðalfundurin verður vanliga hildin á leið síðst í januar ella fyrst í februar.
Tað er tann greiða fatanin hjá Hans Joensen, at felagið, hann ynskir at gerast formaður fyri, hevur tað gott í løtuni.
? Støðan hjá felagnum er ógvuliga góð, sigur Hans.
Hann fegnast um áhugan fyri felagnum, sum hann heldur ikki minst skyldast, at felagið verður væl rikið, og limirnir kenna seg væl.
? Áhugin útifrá er stórur. Fólk vita, at hetta er eitt gott felag. Einki verður krógvað, og tað er gott skil á, sigur Hans Joensen.
Einki valagn
Hóast hann velur at orða seg einfalt, so er tað ikki tí, at hann ikki hevur meiningar um nógv viðurskifti, ið viðvíkja felagnum.
? Eg havi mínar hugsanir, men tað er ikki alt, sum skal brúkast sum valagn, sigur Hans Joensen.
Tá hann sigur hetta, so sipar hann til, at hann ikki vil fara út og lova í eystur og vestur, men heldur beinini á jørðini, so hann eisini kann halda tað, hann lovar. Aðalmálið hjá honum er at arbeiða fyri limirnar.
Av somu orsøk sigur Hans seg hava gjørt sera lítið við at reka í sambandi við valið.
? Eg tosi sjálvandi við fólk, men eg havi ikki rikið nakað serligt, sigur Hans Joensen.
Hevur stuðul
Sum er nýtir Hans nógva tíð til Havnar Arbeiðsmannafelag sum nevndarlimur. Serliga er tað, tá lønarsamráðingar eru á skránni, at tímar verða nýttir til felagið.
? Hetta arbeiðið geri eg út av áhuga. Tað er eisini áhugin, sum fær meg til at stilla upp til formanssessin, sigur Hans Joensen.
Greitt er, at Hans Joensen hevur stuðul frá einum parti av nevndini og úti í felagnum. Hvussu stórur uppbakningurin er um hansara persón, veit hann ikki fyrr enn leygardagin.
Verður Hans Joensen, verðuur leiðin hin sama, sum hon hevur seinastu árini. Hann hevur ikki kannar sær bitan, men hann er til reiðar at taka við ovastu leiðsluni í felagnum.
? Eg havi ikki lagt til merkist, at fólk seta so stór krøv. Sjálvandi ynskja fólk sær betri rúm at liva fíggjarliga, og hetta vilja vit støðugt arbeiða fyri.
Fólk hava nógv ynski og hugskot, men ikki alt ber til, og hetta verður so eisini ein uppgáva fyri meg sum møguligan formann at avgreiða, sigur Hans Joensen at enda.
Fakta
Navn: Hans Joensen
Aldur: 51
Starv: Arbeiðir sum frystari á Bacalao. Hevur starvast har seinastu 25 árini
Hjúnastøða: Giftur og eigur fýra døtur
Í Havnar Arbeiðsmannafelag: Verið limur síðan hann var 14 ár. Í nevndini seinastu 6 árini