Bygma Balslev hevði metúrslit í fjør

Felagið væntar tó eitt lakari úrslit í ár.

22,3 milliónir krónur í yvirskoti.

Tað vísir úrslitið hjá Bygma Baslev Timburhandil og Byggibúð.

Í leiðslufrágreiðingini lýsir Balslev høvuðsvirksemi sítt sum innflutning og sølu av timbri, byggitilafri og byggimarknaðarvørum í heilsølu eins og í smásølu.

Bruttovinningurin hjá Balslev var 62,8 milliónir krónur í fjør í min til 55,8 árið fyri.

Starvsfólkakostnaðurin var 32,1 millión í mun til 28,1 árið fyri.

Úrslitið av vanligum rakstri áðrenn skatt var 27,2 milliónir krónur. Skatturin er 4,8 milliónir krónur, sum gevur ársúrslitið 22,33 krónur.

Fíggjarjavnin hjá Balslev er 149 milliónir í mun til 135 milliónir árið fyri.

Eginongn felagsins er 103 milliónir í mun til 95,8 milliónir árið fyri.

Starvsfólkatalið var 60 í 2020 í mun til 55 í 2019.

Um framtíðar útlitini skrivar Balslev í ársfrágreiðingini, at virksemið væntandi fer at verða lægri í 2021 enn í 2020. Somuleiðis væntar Balslev eitt lakari úrslit í 2021 enn í 2020.

Vinningsbýtið til partaeigaran var í 2020 15 milliónir krónur.

Stjóri hjá P/F Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð er Sjúrður Olsen, Argir.

Í nevndini eru:

Peter Hellerung Christiansen, Vedbæk, Danmark, nevndarformaður

Klaus Hadsbjerg, Næstved, nevndarlimur

Niels Winther Poulsen, Hoyvík, nevndarlimur

Peter Schepler, Frederikshavn, nevndarlimur

Tummas Osmundarson Justinussen, Tórshavn, nevndarlimur.