Firmakappingarnar - spurnarkappingarnar millum arbeiðspláss - á FM1 hava í flestu frøum verið javnar og spennandi seinastu ferðirnar, og lagt er upp til eina javna og spennandi kapping í slagnum um Hoyvík millum Bygma Balslev og P/F Kaj Andreasen klokkan 14.10 seinnapartin.
Kappast verður annars soleiðis í øðrum umfari:
14. februar: MAGN (Tórshavn) - SPEKT (Tórshavn)
21. februar: Faroe Express (Tórshavn) - MRCC (Tórshavn)
21. februar verður lutakast um hvør skal møtast í undanhálvfinalunum og hálvfinalunum.
28. februar verða tvær undan-hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.
6. mars verða tvær hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.
FINALAN verður fríggjadagin 13. mars klokkan 14.10.
Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.