Bygnaðarligt hall uppá 150 milljónir krónur

Einar 40-50 milljónir krónur mugu sparastum árið í almenna geiranum komandi árini

Løgtingið  er í løtuni við 2. viðgerð av uppskotinum til samtyktar  um játtanarkarmar fyri komandi árini.

 

Í uppskotinum stendur, at bygnaðarliga hallið framvegis er í føroyska búskapinum. Tað verður mett til á leið  til umleið 150 milljónir krónur.

 

Fíggjarmálaráðið sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at hetta er ein trupulleiki, sum má loysast. Millum 40 og 50  milljónir krónur mugu sparast um árið.

 

Ruth Vang, formaður í fíggjarnevndini, legði álitið frá meirlutanum í fíggjarnevndini fram. Hon vísti á, at gongdin er góð í føroyska búskapinum. Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, vísti á, at í bestu inntøkutíðum brúka vit framvegis ov nógvar pengar.

 

Hann segði, at avbjóðingarnar eru stórar, tí má búskapurin  stýrast við harðari hond.