Dávid Isfeld
Arbeiði er nakað flest fólk fáast við; og hesi fólk vita, at arbeiði snýr seg um at gera tað, sum tað ávísa arbeiðið snýr seg um og gera arbeiðið væl. Afturfyri, fær tann, ið arbeiðið hevur gjørt, hóskandi løn (í samsvar við sáttmála ella avtalu millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara). Men fyri at gera tað arbeiðið ein er settur/biðin um at gera, er arbeiðstakarin noyddur at møta upp til arbeiðis.
Hetta tykist at vera sjálvsagt og óneyðugt at siga, og enn minni neyðugt at skriva um í bløðunum. Men tíverri hava summir løgtingslimir, sum er eitt væl lønt starv og eitt av týdningarmiklastu og hægstu álitisstørvum í Føroyum, ikki skilt hesa mest sum almennu arbeiðsfatanina. Ella kann tað vera líkasæla? Spyrja vit viðkomandi løgtingslimir, fáa vit óivað eina frágreiðing/undanførslu á stødd við eina skaldsøgu.
Lat okkum hyggja at toppskoraranum í løgtingsfundaskulking, Sverra Midjord (11 skulk av 38 møguligum). Fyrst vil eg tó siga, at her er talan um ein eldri mann, ið óivað hevur tænt fyri seg (40 ár í politikki sigur Sosialurin), so takk og alla virðing fyri tað; men hví so ikki gevast, tá ein ikki megnar ella fær savnað nóg mikið av vilja til at møta upp á tingfund? Er Sverre Midjord vorðin troyttur av orðaskvaldrinum (hetta er tó ikki meint sum mín áskoðan av tingsins orðaskifti) í tinginum? Er hann vorðin líkasælur? Ella er tað bert ov strævið at røkja fleiri størv; og búgva á Suðuroynni oman á alt? Svarið hjá Sverra um sína fráveru var, at hann hevði "onnur politisk størv at røkja".
Tað hevur áður verið hvast orðaskifti um lønirnar hjá tingmonnum, teirra eykagóðar og hjáinntøkur og um teir yvirhøvur skulu hava loyvi at hava annað starv, samstundis sum teir sita í tinginum. Um lønina haldi eg tað vera sømiligt, at teir hava eina relativt høga inntøku vegna tí miklu ábyrgd, ið fylgir við starvinum sum tingmaður. Eykagóðar og hjáinntøkur skulu sjálvsagt skjalprógvast fyri at halda skil á og forða fyri misnýtslu, meðan upphæddin á teimum ymisku hjáinntøkunum má samsvara við ta tíð og arbeiði, ið har fer í. Spurningurin um at hava annað (onnur) starv afturat tingsessinum veldst um tinglimurin er førur fyri at røkja bæði (øll) størv til fulnar. Hvussu ein tinglimur røkir sítt privata ella hitt almenna starv, mugu viðkomandi fólk/starvsfelagar taka støðu til, men tá ein tingsessur verður vanrøktur, vanrøkir tinglimurin tað starv og álit viðkomandi veljarir hava valt hann til, og tað er at vanvirða tey fólk, ið hava valt hann. Nú havi eg bert nevnt Sverra Midjord, og tað er tí hann hevur verið nógv mest burtur, men hetta er sanniliga eisini galdandi fyri teir tingmenn og landstýrismenn, ið ikki møta upp á fund 3. - 6. hvørja ferð. Men nú er tað so, at tað bert er Sverre Midjord, ið er komin við einari frágreiðing um hansara fráveru í tinginum, og verður tað tískil hansara viðmerking/frágreiðing, sum verður viðgjørd.
Tað er møguligt/sannlíkt, at Sverre ikki hevur hugsað, at hann hevur vanrøkt sítt embæti ella vanvirðt sínar veljarar, við ikki at møta upp á fund, men tað er tað hann hevur gjørt. Tað kann væl vera, at hann meinti ein fund at vera óviðkomandi ella minni áhugaverdan, ella kanska, sum Sverre sjálvur sipar til, ikki tímdi heilt til Havnar á ein (ella fleiri) minni týdningarmiklan fund. Ein tinglimur skal møta upp á fund, líkamikið við øðrum starvi, politiskt ella ei. Tað er ikki upp til tinglimirnar at meta um ein fundur hevur týdning ella ikki, tí teir kunnu ómøguligt vita hvussu fundurin fer at ganga, og teir skulu bara gera so væl at møta upp til arbeiðis, sum øll onnur á arbeiðsmarknaðinum.
Nú eri eg sjálvur útlærdur timburmaður; um tað hevði regnað illa, og eg visti, at ætlanin var at leggja tak á eini hús, men at vit vegna regnið óivað fóru at rudda, brýna høggujørn, fáa skil á amboðsskúrin og líknandi keðilig og minni týdningarmikil arbeiði, so hevði eg sanniliga møtt upp fyri tað, tí ein kennir tað sum sína ábyrgd; tað er eisini ein spurningur um loyalitet yvir fyri arbeiðsgevara og starvsfelagum, og at gera tað ein fær gjørt eftir umstøðunum (alt skal gerast, og onkur skal gera tað).
Hóast tinglimirnir vita hvat tingfundirnir snúgva seg um, vita teir ikki hvussu alt í detaljum fer at vera. Detaljur kunnu jú gott avgerða um ein verður fyri ella ímóti einum uppskoti ella sjónarmiði. Harafturat skal ein tinglimur kenna tað sum sína ábyrgd, eins og eitt serstakt høvi, at møta upp; annars kann hann (um hann fær loyvi, og tað sær hann út til at fáa) gerast úrveljandi, og bert møta upp á teimum fundum, ið hava hansara, ella floksins (tann politiska flokkin tinglimurin hoyrir til), áhuga. Um ein tinglimur ikki hevur orkuna ella tíðina til at røkja sítt starv til fulnar, vegna annað starv, skal hann loysast úr øðrum starvinum. Ein skal heldur ikki stilla upp av gomlum vana ella aðrari feil-tilelving, tá ein hevur ovmikið um at vera; tað eru jú onnur fólk, ið kunnu taka um endan.
At vera løgtingslimur er eitt tað hægsta og týdningarmiklasta starv í føroyskum politikki; tað er ein æra og eitt frálíkt høvi at tæna sínum landi, og tað skal raðfestast og røkjast hareftir. Alt annað enn 100% arbeiðsorku, áhuga, ábyrgdarkenslu og virðing, fyri veljara eins og starvsfelagum, er ógóðtakiligt og orsøk til at sigast úr starvið sum løgtingslimur.