- Ábyrgdin skal plaserast

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur tað verða púra burturvíð, at eingin hevur ábyrgd av at kava eftir fólk, sum eru farin á sjógv í bili.

Heðin Mortensen sigur, at sløkkiliðið hevur ikki ábyrgd av at bjarga fólki, sum fara á sjógv, men at kavararnir hjá sløkkiliðnum gera tað av sínum eintingum.

Vil hava greiðu á ábyrgdarbýti
- Eg kundi gott hugsa mær, at tað vóru meiri greið viðurskifti á hesum økinum, sum í løtuni liggur undir landinum. Reglarnar eru ikki nóg greiðar um, hvør ið hevur ábyrgdina á teimum ymsu trygdarøkunum í Føroyum, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at Kommunusamskipanin hevur biðið um at fáa at vita, hvørja ábyrgd kommunurnar hava í sambandi við bjarging og til dømis oljulekar.
- Tað hava verið so nógv óhapp seinnu árini, at nú noyðist onkur at skera ígjøgnum og fáa plaserað ábyrgdina. Vit vita eisini, at menn hjá sløkkiliðnum fara út um tað, ið teir hava skyldu til at gera í sambandi við bjarging, og tað er kommunan, sum í síðsta enda stendur við ábyrgdini, sigur Heðin Mortensen.