Byrial aftur í hitanum

Símun Eliasen fekk ikki landsliðsboð til venjingarleguna í Spania, har Bárður Johannesen hevur møguleika at fáa sín fyrsta skrásetta landsdyst

Fótbóltslandsliðið

FSF hevur nú boðað frá, hvørjar 20 leikarar landsliðsvenjararnir báðir hava gjørt av at taka við sær á árligu venjingarleguna hjá landsliðnum, sum hesa ferð verður í Cadiz í Spania.
Undan hesum hava nakrar venjingar verið, sum kanska hava givið eina hylling á, hvørjar leikarar venjararnir báðir hava havt í huganum, men onkrar óvæntaðar broytingar eru tó kortini í mun til hesar.
Eitt nú er Johan Byrial Hansen nú aftur at síggja í hópinum, hóast hann ikki var boðin við til tær báðar venjingarnar, sum hava verið í januar. Seinastu ferð, at Johan Byrial var í hópinum, var tá Føroyar í juni mánaði vitjaðu í Íslandi, men at hann nú aftur er við kundi bent á, at venjararnir ynskja at royna onkrar aðrar møguleikar í verjupartinum. Kanska einamest, tí Jón Rói Jacobsen í fyrsta lagi verður tøkur í summar, men kanska eisini tí teir ivast í førleikanum hjá øðrum leikarum í hópinum.
Í so máta er tað vert at leggja til merkis, at í mun til venjingarnar í januar mánaði, er Símun Eliasen úr HB ikki longur partur av hópinum. Eftir kappingarárið í fjør varð frá fleiri síðum roknað við, at fuglfirðingurin fór at vinna sær fast pláss í landsliðshópinum, men hann er so kortini vigaður ov lættur, nú endaligi hópurin skuldi takast út.
Í aðrar mátar eru broytingarnar tær, at hvørki Helgi L. Petersen, Tór-Ingar Akselsen, Heðin á Lakjuni, Allan Joensen ella Jonhard Frederiksberg longur eru í hitanum, hóast teir eisini vóru við á venjingunum nú í januar mánaði.
Annars er tað eisini eitt sindur óvæntað, at Bárður Johannesen úr HB, eisini er á venjingarleguni, hóast bæði Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen eru við í hópinum. Hetta kann ikki roknast øðrvísi enn sum ein veldug álitisváttan til HB-málverjan. Vanliga hevur hópurin til venjingarleguna bert talt tveir málverjar, og at Bárður nú er við, kundi bent tann vegin, at tað so spakuliga verður leitað eftir monnum at taka við, tá teir báðir royndu málverjarnir fyrr ella seinni siga stopp. Bárður er annars einasti leikarin í hópinum, sum ongan skrásettan landsdyst eigur á kontini.
Hópurin, sum ætlandi skal til Spania, sær annars soleiðis út: Bárður Johannesen, Rógvi Jacobsen og Jákup á Borg úr HB. Pól Thorsteinsson og John Petersen úr B36. Atli Danielsen og Jákup Mikkelsen úr KÍ. Jens Martin Knudsen, NSÍ. Óli Johannesen, TB. Súni Olsen, GÍ. Jóhannis Joensen, FS Vágar. Johan B. Hansen, Horsens. Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminsen úr Fram. Julian Johnsson úr ÍA Akranes. Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør úr Fremad Amager. Christian Høgni Jacobsen úr Vejla og Christian Lamhauge Holst úr Lyngby.
Ferðaleiðari á ferðini er Dánjal Andreasen, og umframt landsliðsvenjararnar báðar telur ferðalagið eisini Birgir Hansen, liðleiðara, Jens Paula Marstein, lækna og Álv Hansen, fysioterapeut.