Ragnar Jacobsen, í Vík, hevur givið út fløgu, har hann syngur Hank Williams.
Í 7 ár gekk Ragnar í Vík og hugsaði um at spæla inn fløgu. Birgir Kruse helt føðingardag og heitti á Ragnar um at syngja 4 løg hjá Hank Williams. Hetta eydnaðist sera væl. Síðani heitti Petur Rouch á Ragnar um at spæla okkurt inn í Útvarpinum. Petur sendi nakað av hesum til belgisku songkvinnuna Kitty Prins, ið var nógv frammi í seksti- og sjeytiárunum. Hon skrivaði til Ragnar og eggjaði honum til at halda fram. Soleiðis fekk hann sjálvsálit og setti seg í samband við Ronnie Nielsen. Tað vísti seg, at teir samstarvaðu væl og høvdu somu tónleikarar í huganum til upptøkurnar, sum eru farnar fram í húsunum hjá Ragnari í Vík , í Havn og í Studio 93. Tónleikararnir eru millum royndastu garpar í landinum og Ragnar er sera fegin um teirra luttøku. Ljóðbland fór fram í Cross Studi í Noreg. Henda sama Kitty Prins hevur eisini skrivað Ragnari eitt lag, ið er við á fløguni. Eisini eigur Birgir Kruse frálíka týðing.
Eftir væleydnaða føðingardagin og føgru orðini frá Kitty, fór Ragnar út at spæla. t.d. í Mimi, og tað tóktist at rigga. Fólk tók væl undir og 7 ár seinni er ein fløga á marknaðinum. Í samband við fløguna var samkoma í Sjónleikarhúsinum leygardagin, har eini 40 fólk stukku inn á gólvið.
Áhugi er úti í heimi. Ragnar hevði møguleika at luttaka á festivali í Polen í september, men tók ikki av. Eisini í Noreg er áhugi. Ragnar er spældur í Danmarks Radio og Elis Poulsen hevur syrgt fyri, at fløgan eisini kemur til Íslands.
Ragnar hevur als ikki í kvitanum at gerast stjørna, men leggur dent á, at hetta er nakað, ið hevur ligið inni í honum. Nú er hetta gjørt og hann kennir seg treingja til lítlan steðg, men hvat síðani hendir dugir hann ikki at spáa um. Men neyvan hava vit hoyrt tað seinasta frá Ragnari og hansara Hank Williams tulkingum.