Byrjaði sum fjant og fjas

Tað byrjaði sum fjant og fjas, tá hon gekk á studentaskúlanum í Hoydølum, men tað endaði við World Cup-sigri, bronsu í heimsmeistarakappingini og luttøku á Olympisku leikunum. Katrin Olsen lesur medisin í Danmark og klárar kortini at venja ellivu ferðir um vikuna

Í oysregninum kemur hon súkklandi inn á Skt. Hans Torv í danska høvuðsstaðnum. Heystið er so smátt byrjað at gera um seg, men Katrin Olsen hevur latið seg í eftir veðrinum. Regnklæði, gummistúvlar, hettu á høvdið og ein hjálm útyvir.

Har er ikki so nógv roks. Ófantaliga veðrið loyvir heldur ikki nógvum roksi, og tí gera vit av at seta okkum inn á nærmastu kaffistovuna at práta um tað, vit avtalaðu kvøldið fyri umvegis telefonina: privatpersónin Katrin Olsen. Katrin játtar og sigur samstundis, at tað illa ber til at tosa um hana, uttan at tosa um rógving, tá rógvingin fyllir so nógv í hennara gerandisdegi.


Byrjaði í spølni

Hóast rógvingin í dag fer við nógvari tíð og orku, so var tað ikki fyrr enn í øðrum flokki í Studentaskúlanum í Hoydølum, at Katrin byrjaði at rógva.

– Vit vóru nakrar gentur, sum hildu tað vera stuttligt, um vit fóru at rógva, og tað gjørdu vit so, greiðir Katrin frá. Hóast nógv fjant og fjas ivaðist hon ikki, tá hon sat við árini í hondini.

– Longu eftir fyrsta takið dámdi mær tað, sigur hon smílandi. Seinni sama ár løgdu nakrir eldri rógvarar teimum lag á. Tá kom meira álvari í; tað gjørdist seriøst og síðani hevur tað at kalla bara gingið ein veg hjá Katrini: frameftir.

Fyrstu ferð Katrin stóð ovast á heiðursmerkjaskamlinum var í 1997.

– Tað vóru so nógvir faktorar, sum spældu inn, men í síðsta enda riggaði alt. Tað var heilt, heilt fantastiskt, og vit vóru sansaleyst svakar í gleði.

Tvey ár seinni gjørdist hon aftur føroyameistari, tá hon var við at vinna allar róðrarnar við Jarnbardi.


Ørskapur í føroyskari rógving

Hesi og nógv onnur góð minni hevur Katrin í føroyskum kappróðri, sum sambært henni er nakað serstakt.

– Tað er hart fysiskt. Ógvuliga krevjandi. Intensivt. Og tað krevst ein ótrúlig disiplin fyri at fáa ein bát at rigga. Møtir ein ov seint, so gongur tað útyvir alla manningina.

– Og hvør einasti róður er avgerandi, tí kappingarárið er so stutt, og tað er tætt millum stevnurnar, heldur Katrin fyri og vísir á, at tað eru heilt øðrvísi treytir, ið gera seg galdandi niðri.

– Í Føroyum eru nógvir áskoðarar, sum gera tað enn meiri spennandi, umframt at róðrarnir eisini verða varpaðir beinleiðis í útvarpinum.

Hetta, at kappróður verður sendur beinleiðis í útvarpinum, hevur tikið mangan útlendskan gest hjá Katrini á bóli.

– Teir skilja als ikki hvussu tað ber til og undrast um áhugan fyri kappróðrinum, sigur Katrin flennandi.


Ongantíð sæð rógvimaskinur

Á heysti í 1999 flutti Katrin til Danmarkar. Hon fór undir at lesa medisin, og gongst sum ætlað verður tað ikki long tíð, áðrenn hon er liðug.

– Eg satsi hart uppá at verða liðug í januar, sigur hon avgjørd.

Síðani Katrin kom til Danmarkar hevur hon róð. Men tað var ikki bara sum at siga tað at fáa fótin fyri seg í danska róðrarumhvørvinum. At hon einki kendi til bátaslagið og rógvimaskinur gjørdi tað ikki lættari. Í so máta er tað nakað øðrvísi hjá føroyingum, sum koma niður nú, og ætla sær at rógva, heldur Katrin og sipar til, at rógvimaskinur er partur av venjingini hjá teimum flestu føroysku bátunum í dag.

Katrin og vinkonurnar vóru tó so uppsettar uppá, at tað var rógving, sum tær vildu, so tá tær komu niðuraftur til Danmarkar á heysti í 2000, gjørdu tær ikki mætari enn at vinna DM.

– Og soleiðis vístu vit, hvat tað var, vit vildu, flennir Katrin.

Spurd um, hvussu hon fær læknalesna og rógving í heimsflokki at hanga saman. Til tíðir venur hon upp til ellivu ferðir um vikuna, men hóast tað ljóðar av nógvum, svarar Katrin einfalt, at tað er strævið, men at tað ber til.

– Ofta snýr tað seg um at upparbeiða ein rútmu, og tá tú ert komin í hana, so koyrir tað bara.


Næsta avbjóðingin er Kina

Hesa rútmu hevur Katrin hildið so væl, at næsta stóra avbjóðingin verður í Kina, har hon mannar danska lættvekts-scullaran saman við Juliane Elander. Kina er tó bert eitt av mongu londunum, Katrin hevur kappast í. Sveits, Eysturríki, Japan, Pólland, Frankaríki, Italia, Holland, Ongland og Týskland eru nøkur onnur.

– Vit ferðast nógv men síggja lítið. Teinin millum bátin og hotellið kenna vit tó væl, skemtar Katrin. Hon leggur aftrat, at hon í staðin fær aðrar upplivingar, sum hon er glað fyri.

– Men Kina sleppa vit so at síggja eitt sindur, tí har fara vit í oktober, so vit kunnu síggja býin, venjingarumstøðurnar og annars fyrireika okkum til Olympisku leikirnar, soleiðis at vit ikki verða tikin á bóli, tá leikirnir byrja.

Venjingin til hesa stóru avbjóðing byrjar í november. Inntil ta tíð kann Katrin taka sær av løttum.

– Eg havi frí í løtuni. Kortini klári eg ikki heilt at lata vera við at venja eitt sindur. Men bara eg veit, at eg havi møguleikan at halda frí er deiligt og ger, at eg ikki verið útbrend, tá vit byrja aftur.

Og nógv bendir á, at Katrin Olsen ikki heilt er útbrend. Fyrr í ár gjørdist hon samlaður World Cup-vinnari, tá hon við bátsfelaga sínum vann tvær av trimum kappingum har. Harvið fekk hon navn sítt ritað í donsku søgubøkurnar, á sama hátt sum hon gjørdi í 2005, tá hon vann silvur í HM-kappingini í dupultum fýrara í Japan.

Hetta er tó ikki nóg mikið fyri hana, tí til Olympisku leikirnar í Kina um eitt ár, ætlar hon sær gull.




Fakta:

Navn: Katrin Olsen

Aldur: 29 ár

Heimbýur: Tórshavn

Foreldur: Annika og Jústines Olsen



Katrin um...



Politikk:

– Eg eri rættiliga hopileys, tá tað kemur til politikk. Eg eri sjáldan á val niðri, tí eg haldi tað vera ábyrgdarleyst bara at velja onkran. Men eg veit tó hvør løgmaður er og hvør forsætisráðharrin er. Og so veit eg eisini, at danski mentamálaráðharrin eitur Brian Mikkelsen, tí hann plagar at ynskja okkum tillukku.


Heimlongsul:

– Tað havi eg inn í millum. Ofta serliga um heysti, tá kappingarárið er av og gerandisdagurin broytist. Tað hendir seg eisini meiri enn so, at eg droymi meg heim og hugsi, at hvat hevði tað ikki verið stuttligt at gjørt tað og tað í Føroyum. Men mær dámar væl í Danmark.



Tjóðarítróttina (:

– Tað er spell, at kappróðurin nú er í einum aldudali. Eg eri tó vís í, at hann kemur upp aftur, men kanska ikki á somu hæddir sum onkuntíð fyrr. Kortini eigur hann framhaldandi at vera okkara tjóðarítrótt, tí eg dugi ikki at síggja nakað alternativ. Fótbólturin fyllir nakað meiri, men tað er lítið serføroyskt yvir honum.


Tónleik:

– Tónleik dámar mær væl, og eg syngi næstan altíð. Tað kunnu tey, sum kenna meg, uttan iva vátta. Áður havi eg sungið í kóri, so tónleikur hevur stóran týdning fyri meg. Tí er tað keðiligt, at mín iPod er brotnaður.