Um fáar vikur verður farið undir at spreingja fyri Sandoyartunlinum. Fyrstu skotini verða latin av í Traðardali á Sandi, men beint eftir summarferiuna verður eisini sprongt á Gomlurætt.
Men hóast tíðin er við at renna undan, er tað enn óvist, hvat alt grótið, sum kemur úr tunlinum á Gomlurætt, skal brúkast til.
Og talan er um ikki hissini nøgdir, tí talan er um 500.000 kubikk av gróti og hevði øll rúgvan verðið løgd á Tórsvøll, hevði hon verið 70 metrar høg.
Tunlafelagið hevur arbeitt við eini loysn, har grótið verður tyrvt í haganum oman fyri Velbastað. Verður tað gjørt, kann moldin slættast oman á, soleiðis at talan verður um eina velduga fløtu av góðari landbúnaðarjørð.
Les eisini: Hetta er tann besta og bíligasta loysnin
Men arbeitt hevur eisini verið við øðrum ætlanum, men hóast tíðin er við at renna undan, er enn eingin loysn funnin enn.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur sagt, at tað verður ikki við honum sum landsstýrismanni, at grótið verður tyrvt, tí eftir hansara tykki er hetta tað sama sum at tveita tað burtur.
Hann vísir eisini á, at Landsverk hevur roknað seg fram til, at grótið er vert einar 70 milliónir krónur, og tað er eitt stórt virði at tyrva undir mold.
Teitur Samuelsen, stjóri í tunlafelagnum sigur, at verður ikki víst á nakra aðra loysn, stendur ætlanin um at tyrva grótið, við.
Les eisini: Vit fara ikki at grava virði fyri 70 milliónir undir jørð
Ein ætlan hevur eisini verið frammi um um at brúka grótið til at gera eitt ídnaðarøkið á Sundi, men herfyri boðaði Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráð, frá, at tann ætlanin varð slept.
Men tað er Landið, sum eigur Gomlurætt, og Heðin Mortensen, sigur, at nú er tann ætlanin tikin fram aftur.
Men hann sigur, at arbeitt verður eisini við at brúka ein part av grótinum til verjugarð í Kirkjubø fyri at forða fyri, at fornminnini har, fara í havið í eini ódn. Somuleiðis verður eisini hugsað um at brúka ein part av grótinum til at breiðka vegin til Kirkjubøar.
– Men talan er um so mikið nógv grót, tað er bara ein brotpartur av tí, sum fer til endamál í Kirkjubø. Tí er tað eisini ein loysn at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt, sigur Landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at hugsað verður eisini um at seta ein skervknúsara upp á Gomlurætt og at knúsa grótið at hava at selja til verkætlanir kring landið.
Heðin Mortensen sigur, at alt hetta eru møguleikar, sum verða kannaðir saman við Landsverki, friðingarmyndugleikum, og øðrum myndugleikum.