- Fyri einaferð skyld eri eg samdur við Jóannes Eidesgaard - og løgmanni somuleiðis. Fyri tað um vit eru í ríkisfelagsskapi, nýtast vit ikki altíð at vera samdir, men vit kunnu tosa um tað, sigur Pauli Ellefsen, sum heldur, at reaktiónin hjá politisku flokkunum um ikki at tosa við forsætisráðharran, er burtur úr vón og viti.
- Um vit ikki kunnu tosa saman, so steðgar alt upp, sigur Pauli Ellefsen.
- Hví heldur tú Nyrup kemur beint áðrenn úrslitið av bankakanningini kemur?
- Tá áni eg ikki. Eg tosi ikki við Nyrup hvønn dag.
Skuldi verið komin fyri langari tíð síðan
- Er tíðarskeiðið ikki illa valt?
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg var við til at stovna Ríkisfundin, og tað er bert væl, at hann nú verður tikin upp aftur. Tað er ikki skeivt av Nyrup at koma júst nú. Hann skuldi verið komin fyri langari tíð síðani, sigur Pauli Ellefsen.
- Teir kunnu øsa seg tá kanningin er av
- Skapar tað ikki óneyðuga øsing?
- Hví skulu politikararnir øsa seg nú? Teir kunnu bíða til bankakanningin er av, sigur Pauli Ellefsen.
- Hetta er ikki sørt ørkymlandi. Her hava øll gingið og skeldað um at Nyrup ikki kom til Føroya, og nú hann kemur, vilja teir ikki hitta hann. -Álvaratos, eg haldi, at politikararnir skuldu sett seg niður og umhugsa hesa støðuna.
Danir eru bert betri businessmenn
- Um føroyingar halda seg vera órættvíst viðfarnir av dønum, nýtast teir ikki at hava ringa samvitsku at hitta Nyrup?
- Tað er ov langt úti at siga, at føroyingar als onga skyld hava. Danir eru bert størri businessmenn, sigur Pauli Ellefsen og kemur í tankar um eina grein í donskum blað, har føroyskur politikari sigur, at um danir hava lumpað føroyingar, so skal ríkisfelagsskapurin broytast.
- Tað er ov býttisligt. Eru føroyingar lumpaðir, so skulu teir krevja at feilurin verður rættaður. Tað kundu teir passandi gjørt, við at siga Nyrup Rasmussen tað nú, sigur Pauli Ellefsen.