Robert Mc. Birnie
?????????????????
Nú veit eg ikki reiðiliga, um eg eri tann rætti at koma við hesi viðmerking. Eg eri kanska ein av teimum, sum kemur inn undir kategoriina hjá Sunnleivi: »Teir solariubrúnu kareoke døgnflugu-sangararnar«! ? Men okey!! ? so lat meg bert umboða hesar ? solariubrúnu kareoke-døgnflugu-sangararnar ?
Við jøvnum millumbilum øll tey 45 árini, eg havi fingist við tónleik og undirhald í míni frítíð, hava røddir verið frammi um, at nú skuldi tað verða. ? Nú skuldi tónleikalívið stuðlast. ? Hetta hava oftast verið politikarar, og fyri tað mesta hevur tað verið upp undir val. Í so máta var hetta valið onki undantak. ? Men hvørja ta einastu ferð er ikki long tíð fráliðin, so er deyðatøgn.
Hesi seinastu árini hevur tað verið serliga týðuligt. ? Fleiri av okkara ungu tónleikarum hava í seinastuni gjørt nógv um seg uttanlands. ? Hvørja ferð hetta er hent hava serliga politikarar runnið á leistum. ? Tikið ímóti, hildið talur, skrivað greinar um, at NÚ skuldi tónleikalívið í Føroyum stuðlast. ? Tað gongur ein tíð ? tøgn!!
Tað er ofta ført fram av fleiri enn mær, at tú kanst als ikki liva av at spæla tónleik í Føroyum. Tað vil siga, at øll tey lutvíst nógvu orkestrini í landinum er mannað við fólki, sum hava eitthvørt arbeiði, eru í læru, ella ganga í skúla. ? Tað eru serstakliga hesi seinni, eg havi í huga. Tað er júst í tí aldrinum, tey byrja at spæla. Pening hava tey ongar, og ljóðførini og tónleikaútgerðin annars er sera dýr. ? Eitt gott høvi at fíggja hetta, er við at fara út at spæla. ? Tað verið seg til dans, veitslur ella annað. Hetta gevur eisini góða venjing, so tað er ikki burturspilt tíð.
Men hvat ger so skattamyndugleikin, sum politikararnir jú hava ábyrgdina av?? ? Jú, samstundis sum tað ríka tónleikalívið í Føroyum verður hálovað bæði í skrift og í talu, ganga embætisfólk hjá toll og skatt inn á hvørja privata konto hjá føroyskum frítíðartónleikarum fyri at finna nakrar súrt vunnar hundraðkrónuseðlar.
Eg kundi komið við fleiri dømum, men eg ætli mær ikki her at fara í smálutir. ? Tað hava bæði toll og skatt, mentamálaráðið og fíggjarmálaráðið fingið í ríkiligt mát gjøgnum hesi seinastu 2-3 árini.
Fyri umleið 8-10 árum síðani royndi F.U.T. ? Føroya undirhalds- og tónleikarafelag, við Petur Mohr Reinert á odda at betra eitt sindur um umstøðurnar hjá tónleikarum. Tað var nevniliga soleiðis, at hini skandinavisku londini høvdu so mikið av virðing fyri hesi mentanargrein, at vanlig ljóðføri høvdu frá 0 til nøkur fá prosent í tolli, meðan 65% í tolli varð lagt á í Føroyum. Tað vil siga tað sama sum luksusvørur. Eftir tógvið stríð eydnaðist tað F.U.T. og Petur Mohr at kvinka tollin niður á nøkur og 20%. Men hvat, fá ár seinni kom so meirvirðisgjaldið, og so var støðan aftur tann sama.
Tískil havi eg her eitt heilt einfalt uppskot til frama fyri tónleika mentanina í Føroyum:
UPPSKOT: Tónleika- og undirhalsvirksemið í Føroyum verður skattafrítt!
VIÐMERKINGAR: Tónleikur og undirhald fer so gott sum bert fram í vikuskiftunum. Hetta avmarkar í fyrsta lagi virksemið til 50 vikuskiftir (Onkur høgtíð er, har onki virksemi er!) ?
Sum áður nevnt mást tú hava annað arbeiði, lærupláss ella skúla, sum skal passast. Hetta avmarkar aftur virksemi. Ongin, sum eg veit um, arbeiðir hvørt vikuskifti í árinum. Um vit siga annaðhvørt, so er tað høgt sett. Tað skuldi so givið í mesta lagi 25 ferðir um árið.
Fara vit so at hugsa um útreiðslur kann leysliga nevnast:
Keyp av ljóðføri, tónleikaútgerð (forstyrkjarar, sanganlegg, mikrofonir, stativ o.a.) ? reparatiónir, streingir, battarí, leidningar, flutningur, fløgur, telefon o.s.fr.
Sum sæst er ikki nógv at fara eftir.
FYRIMUNIR:
1. Sparing í løn til fólk at leita eftir hasum krónunum.
2. Fleiri fáa hug og ráð til at spæla.
3. Tey, sum hava mist hugin vegna hesa heksajakt, fáa kanska hugin at halda fram.
4. Prísurin fyri eitt orkestur verður aftur so rímuligur, at t.d. eitt ungt brúðarpar kann loyva sær at hava livandi tónleik.
Hetta uppskotið sendi eg fyri nøkrum árum síðani bæði til mentamálaráðið og fíggjarmálaráðið. ? Eg havi bert fingið svar frá fíggjarmálaráðnum. Í svarinum er bert eittans argument fyri ikki at gera nakað sum helst við hetta uppskot, og tað er: »Tað ber ikki til at gera mun á samfelagsbólkum!«
So er tað eg spyrji: Hvat við 15% í skattalætta til sjómenn! Hvat við stuðlinum til handverkarar uttanlands! Og ikki minst, hvat við teim upp til 9.500 skattafríu krónunum um mánaðin til løgtingsmenn!
Vælgagnist øllum hesum, men argumentið heldur bara ikki!!!