Café 58 er nýggj kaffistova á Sandi

Tað eru hjúnini, Jacobina og Finnleif Fagradal, sum nú hava latið kafé upp á Sandi

Um vikuskiftið læt nýggj kaffistova upp á Sandi, Café 58, sum hjúnini, Jacobina og Finnleif Fagradal, eiga og reka.

 

- Hjartans tøkk øll, ið komu á gátt. Vit gleða okkum til, at fleiri gestir fara at støkka inn á gólvið komandi tíðina.

 

Soleiðis siga tey á Facebook-vanganum hjá nýggju kafé'ini, sum heldur til í bygninginum, har Posta var.

 

Her eru góð parkeringsviðurskifti, og tí er lætt hjá viðskiftafólki at støkka inn á gólvið á Café 58.

 

Á Sandi var nógv fólk farna vikuskiftið. Her var víkingafestivalur, sum savnaði fitt av fólki, og veðrið var gott.

 

Sandur hevur bæði matvøruhandilin, Eldús og Kioskina á Bakarínum.

 

Nú kunnu fólk eisini vitja á Café 58, eins og høvi er at vitja á Retro, sum nú hevur verið opin í eina tíð á Sandi.

 

Myndina av kafé'ini ovast í greinini tóku vit í gjár, og myndirnar her niðanfyri eigur Café 58.

 

##med2##

 

##med3##