“Captain’s log book” fyri næst seinastu ferð

FM1: Atli Gregersen hevur orðið undan næstseinasta landsdystinum hjá sær

##med2## 

Atli Gregersen spælir í kvøld sín næstseinasta landsdyst fyri Føroyar. Hann hevur verið liðskipari síðani 2016 og síðani tá hevur FM1 havt táttin “Captain’s log book”, har liðskiparin hevur seinasta orðið undan dystinum.

- Vit vænta ein spennandi dyst á einum flottum og søguligum leikvølli, har norðmenn millum annað vunnu á onglendingum í 1981. Nú er tað kanska okkara tíð at gera ein undur her, sigur Atli Gregersen eftir seinastu venjingina á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.

Atli Gregersen skal taka við spælarar sum Erling Braut Håland og Joshua King. Tann fyrri er toppskjútti í Champions League og tann seinni hevur júst søkt Manchester United í Premier League.

 ##med2##

- Tað nyttar einki hjá okkum at brúka tíð upp á hvussu góðir hinir eru. Vit eru altíð upp í móti yvirmaktini. Vit hava sjálvandi hugt eftir teimum og vit hava eisini fingið sjónbandabrot og annað at hyggja eftir, sigur Atli Gregersen.

Vit ksulu renna meir enn teir, vit skulu standa væl í verjupartinum og lúka allar persónligar villur úr spælinum. Og so mugu vit arbeiða okkum inn í dystin, sigur Atli Gregersen.

EM-dysturin millum Norra og Føroyar verður í dag klokkan 17. FM1 byrjar at senda klokkan 15, tá Atli Gregersen er gestur. Frá klokkan 16 er beinleiðis upptakt á Ullevaal leikvøllinum. Eftir dystin verður 3. Hálvleikur.

FM1: Samrøða við Atla Gregersen