Eftir meira enn trý ár sum sendifólk hjá USA í Danmark er Carla Sands nú givin í starvinum og er farin úr Keypmannahavn. Tað skrivar hon á Twitter.
Í hesum sambandi hevði hon eisini eina heilsa til føroyingar í Sosialinum 30. desember, sum kann lesast her:
Bondini millum Føroyar og USA eru sterkari enn nakrantíð
Hon er farin úr starvi í sambandi við forsetaskiftið í USA í dag, tá Joe Biden tekur sum forseti eftir Donald Trump, sum í fjør tapti forsetavalið.
á Twitter hevur Carla Sands lagt eina vidoe, har hon takkar fyri tíðina í Danmark, og har hon sjálv leggur dent á nøkur viðurskifti, hon hevur arbeitt við.
Eitt nú nevnir hon, at konsulátið í Nuuk í Grønlgandi er latið uppaftur eins og vitjanina hjá amerikanska uttanríkisráðharranum Mike Pompeo í Keypmannahavn.
– Tað hevur verið ein heiður at tænt umsitingini hjá Donald Trump í meira enn trý ár sum amerikonsk sendikvinna fyri Kongaríkið Danmark.
– Eg havi notið at kunnað um amerikonsk, donsk, føroysk og grønlendsk viðurskifti, skrivar Carla Sands á Twitter.
Carla Sands tók við sum sendifólk í Danmark í desember í 2017. Hon varð útnevnd til starvið av Donald Trump, eftir hann vann forsetavalið í 2016.
Av amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn frætta vit, at tey vænta sær ikki nýtt sendi fólk fyrr enn í fyrsta lagi í summar – ella kanska ikki fyrr enn eftir summarfrítíðina.
/ritzau/