David Carry, sum hevur føroyska mammu, umboðar í hesum døgum Bretland í svimjing til OL. Hann svam í innleiðandi umfarinum leygardagin, men tað eydnaðist ikki at svimja seg í finaluna. Hann var á málið sum nummar fimm, og tað var ikki nógmikið. Hetta var í 4 x 200 metrar frí. Í morgin verður stafett á skránni, og liggja hann og liðfelagarnir við fyrireikingartíðini á fimta plássi. Tað er tó tætt ímillum til triðja plássi, so tað verður spennandi, um Bretland fekk at vinna bronsu í hesu greinini.