Casper Ruud sigraði aftur á Holger Rune í París

Annað árið á rað hevur norski Casper Ruud vunnið á danska, Holger Rune í einari fjórðingsfinalu í French Open tenniskappingini

Í kvøld var eitt drúgt norðurlendskt kappastríð í fjórðingsfinaluni í Grand Slam tenniskappingini, French Open á Roland Garros leikvøllinum í París í Fraklandi.

 

24 ára gamli norðmaðurin, Casper Ruud og 20 ára gamli danskarin, Holger Rune møttust í fjórðingsfinaluni í einum dysti, ið norskir og danskir miðlar hava gjørt nógv burturúr, ikki minst tí somu menn møttust í fjórðingsfinaluni í somu kapping í fjør.

 

Tað bleiv eins og í fjør Casper Ruud, ið vann seg í hálvfinaluna. Casper Ruud var greitt omaná tvey tey fyrstu settini, ið hann vann 6-1 og 6-2. Men Holger Rune vísti góðan stríðsanda, og hann vann triðja sett 6-3. Casper Ruud gjørdist tó drúgvari í fjórða settinum, ið norðmaðurin vann 6-3, og harvið dystin 3-1.

 

Í Noreg stórfegnast tey um sigurin. Í hálvfinaluni skal Casper Ruud spæla móti týska, Alexander Zverev.

 

Holger Rune er bert 20 ár meðan Casper Ruud er 24 ár. Í Danmark eru stórir forvæntningar til Holger Rune, at hann fer at røkka hægstu tennistindunum um fá ár. 

 

Holger Rune–Casper Ruud 1–6, 2–6, 6–3, 3–6, fjórðingsfinala French Open.