Chelsea-málmaðurin Petr Cech fekk skallabrot í dysti leygardagin, og hann varð um vikuskiftið lagdur undir skurð.
- Sonur mín kann ikki spæla fótbólt næsta árið. Tað var ikki fyrr enn eg fekk hesi boð, at eg skilti, hvussu álvarsom støðan hjá honum er, sigur pápin, Vaclav Cech, við The Times.
Petr Cech varð raktur í høvdið av knænum hjá Reading-spælaranum Stephen Hunt og mátti í skundi flytast á sjúkrahús. Seinni var hann skurðviðgjørdur, og nú er ein langur steðgur frá fótbólti fyri framman.