Cecilia Nolsøe Sørensen sett sum fyrstilærari í Sumbiar skúla

Cecilia Nolsøe Sørensen er útbúgvin lærari í 2016. Cecilia hevur starvast í Tvørroyrar skúla síðani 2016.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Ceciliu Nolsøe Sørensen í starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla frá 1. august 2024 at rokna.

 

Cecilia Nolsøe Sørensen er útbúgvin lærari í 2016. Cecilia hevur starvast í Tvørroyrar skúla síðani 2016, har hon fyri tað mesta hevur starvast í grunddeildini, sum húsast í Trongisvági.

 

Cecilia er 38 ár og býr í Trongisvági. Afturat læraraútbúgvingini er Cecilia lifecoach umframt bachelor í ”erhvervsøkonomi og psykologi”, sum er eitt gott førleika íkast í arbeiðinum sum fyrstilærari, verður sagt í tíðindaskrivi.