Cercle Brügge verður gestur á Tórsvølli

Sannlíkið er stórt fyri, at Gunnar Vatnhamar og liðfelagar hansara í Víkingi í Reykjavík fara at spæla heimadystir í europeisku kappingini í Føroyum

Víkingur Reykjavík við Gunnari Vatnhamar á liðnum vann seg í deildarspæl í Conference League. Trupulleikin hjá Víkingi er, at eingin vøllur í Íslandi er góðkendur at spæla europeiskar dystir í vetrarmánaðunum.

 

Fyrsti dysturin hjá Víkingi á heimavølli verður 24. oktober ímóti belgiska Cerle Brügge og so vera heimadystir 7. november ímóti FK Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina, sum KÍ spældi ímóti í Europa League, og 12. desember ímóti svenska Djurgården.

 

UEFA krevur, at allir heimadystirnir vera spældir á sama vølli. Trupulleikin í Íslandi er, at tjóðarvøllurin í Laugardali ikki er góðkendur at spæla á í desember, og aðrir vøllir, eitt nú Kópavogsvøllur og Víkingsvøllur, eru ikki góðkendir.

 

Freistin at boða frá, hvar heimadystirnir í deildarspælinum, er farin, og Víkingur hevur boðað frá, at Tórsvøllur verður heimavøllur hjá íslendska meistarafelagnum. Samstundis verður arbeitt við at fáa undantak frá ásetingunum, so heimavøllurin kortini verður í Íslandi. Tann avgerðin verður tikin í UEFA mánadagin. Íslendingar vóna tað besta, men teir hava ikki so gott mót um, at tað fer at eydnast. Teir siga, at sannlíkindini eru 85 prosent fyri, at dystirnir fara at vera spældir á Tórsvølli.

 

Ein trupulleiki er, at ljósviðurskiftini kring íslendsku vøllirnar eru ikki so góð, sum tey eru á Tórsvølli. Møguleikin at leiga ljós verður í løtuni kannaður. Sambært íslendska fotbolti.net og visir.is, so er kostnaðurin av at leiga ljósútgerðina umleið tann sami, sum hann er at flyta hópin tríggjar ferðir til Føroya og aftur til Reykjavíkar.