Challenge Cup: Fleyr tapti 0-3 fyri Friso Sneek

Frægast gekk Fleyr í øðrum settinum

Savnsmynd: Fleyr

Kvinnuliðið hjá Fleyr hevur í kvøld skrivað søgu við at spæla dyst móti niðurlendska liðnum, Friso Sneek í Challenge Cup.

 

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felagslið hjá kvinnum spælir í Evropa.

 

Friso Sneek vann dystin 3-0. Í fyrsta settinum vann heimaliðið sera greitt 25-9. Tað gekk munandi betri í øðrum setti. Fleyr var eitt skiftið á odda 8-5, men heimaliðið fótaði sær aftur, og vann at enda settið 25-17. Triðja settið vann Friso Sneek eisini 25-17. 

 

Returdysturin verður leiktur í høllini á Hálsi í Havn komandi týskvøld klokkan 19. 

 

Savnsmynd: Fleyr