Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld triðja dystin í bólki A í Champions League hetta kappingarárið.
Kiel spældi á útivølli í Norðurmakedonia móti Eurofarm Pellister.
Tað eydnaðist Kiel at vinna dystin 23-20. Í steðginum var Kiel á odda 11-9.
Elias gjørdist saman við 34 ára gamla svenska stórleikaranum, Niclas Ekberg toppskjútti hjá Kiel í kvøld. Elias skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og Niclas Ekberg skoraði fimm mál upp á átta málroyndir.
Kiel er fremst í bólki B við seks stigum. Aalborg, Paris Saint Germain og Kielce hava fýra stig hvør.
Komandi leygarkvøld klokkan 18 hevur Kiel torføran útidyst í týsku bundesliguni móti Magdeburg.
Komandi dystur hjá Kiel í Champions League verður á heimavølli 11. oktober móti Kielce.