Champions League hálvfinalan hjá Füchse Berlin sæst á TV3 Max

FINAL FOUR byrjar í morgin

Í morgin klokkan 14 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hálvfinalu í FINAL FOUR í Champions League í Lanxess høllini í Köln í Týsklandi.

 

Füchse Berlin spælir móti franska liðnum, Nantes.

 

Dysturin sæst á TV3 Max, ið sæst á Televarpinum. Dysturin kann eisini stroymast á Viaplay.

 

Klokkan 17 spæla Magdeburg og verandi meistararnir, Barcelona hálvfinalu. Tann dysturin sæst á DR1 og á TV3 Max.

 

Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 17.