Champions League: KÍ-kvinnurnar taptu 0-2

KÍ-kvinnurnar taptu dystin um triðja plássið í Champions League undankappingini

Mynd: FC Nordsjælland

Fyrrapartin spældu KÍ-kvinnurnar dystin um triðja plássið í Champions League undankappingini millum, KÍ, Benfica, Sarajevo og FC Nordsjælland, ið verður avgreidd í Bosnia Hersogovina.

 

Dysturin í dag var móti FC Nordsjælland, ið var risastórur favorittur at vinna dystin.

 

KÍ stóð seg heiðurliga í dag við einum 0-2 tapi, har KÍ hevði tvær royndir innanfyri málrammurnar hjá FC Nordsjælland. Danska liðið hevði tó níggju royndir innanfyri málrammurnar. KÍ hevði bóltin 43 prosent av tíðini.

 

Fyrr í vikuni tapti KÍ 0-3 fyri Sarajevo.

 

Klokkan 16 í dag spæla Sarajevo og Benfica um rættin at vinna seg víðari í kappingini. 

 

KÍ-kvinnurnar hava ikki vunnið ein dyst í einari Champions League undankapping síðani 2017, Tá vann KÍ 6-1 á Tiverija úr Norðurmakedonia.

 

Mynd: FC Nordsjælland