Paris Saint Germain og FC Barcelona hava vunnið seg í hálvfinalurnar í Champions League.
4-0 sigurin hjá FC Barcelona á heimavølli gjørdist munurin til teirra fyrimun í kvøld, tí á útivølli tapti Barcelona 1-3 fyri Dortmund.
PSG var á veg til ein tryggan samlaðan sigur, tá teir løgdu seg á odda 2-0, og samlað 5-1 móti Aston Villa. Men Aston Villa svaraði aftur við at skjóta trý mál, men tíverri fyri heimafjøldina kom fjórða málið ikki, ið hevði givið liðnum úr Birmingham longda leiktíð.
Úrslit og málskjúttar:
Aston Villa-Paris Saint Germain 3-2 (1-2) (PSG vinnur samanlagt 5-4)
0-1 Achraf Hakimi ('11 )
0-2 Nuno Mendes ('28 )
1-2 Youri Tielemans ('34 )
2-2 John McGinn ('55 )
3-2 Ezri Konsa ('57 )
Dortmund-FC Barcelona 3-1 (1-0) (Barcelona vinnur samanlagt 5-3)
1-0 Serhou Guirassy, br. ('11 )
2-0 Serhou Guirassy ('49 )
2-1 sjálvmál ('54 )
3-1 Serhou Guirassy ('76 )
Í annaðkvøld klokkan 20 vera hinar báðar fjórðingsfinalurnar leiktar. Real Madrid tekur ímóti Arsenal. Arsenal vann fyrra dystin 3-0. Inter Milan hevur heimadyst móti Bayern München. Inter vann 2-1 í München.