Tað er nú greitt hvørji átta lið hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í Champions League.
Arsenal og Aston Villa vunnu greitt samanlagt. Dortmund vann tepran samanlagdan sigur á Lille, og Real Madrid vann á lokala arvafíggindanum, Atletico Madrid aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Úrslit og málskjúttar:
Lille-Borussia Dortmund 1-2 (1-0) - Dortmund vann samanlagt 3-2.
1-0 Jonathan David ('5 )
1-1 Emre Can, br. ('54 )
1-2 Maximilian Beier ('65 )
Aston Villa-Club Brügge 3-0 (0-0) - Aston Villa vann samanlagt 6-1.
1-0 Marco Asensio ('50 )
2-0 Ian Maatsen ('57 )
3-0 Marco Asensio ('61 )
Arsenal-PSV Eindhoven 2-2 (2-1) - Arsenal vann samanlagt 9-3.
1-0 Oleksandr Zinchenko ('6 )
1-1 Ivan Perisic ('18 )
2-1 Declan Rice ('37 )
2-2 Couhaib Driouech ('70 )
Atletico Madrid-Real Madrid 1-0 - Samanlagt 2-2.
1-0 Conor Gallagher ('1 )
Real Madrid vann brotssparkskappingina 4-2. Tað margháttliga hendi, at VAR kolldømdi brotssparkið, har Julian Alvarez helt seg hava javnað fyri Atletico til 2-2 í brotssparkskappingini. Men eftir lítlari løtu kom VAR uppí leikin, og kolldømdi brotsparkið hjá Julian Alvarez, tí hann hevði rakt bóltin við báðum føtrunum. Tað var ringt at síggja í sjónvarpinum, men tað bleiv so til eitt brent brotsspark hjá Atletico. Real Madrid skoraði upp á fýra av fimm brotsspørkum, meðan Atletico skoraði upp á tvey av fýra brotsspørkum. Hetta er fimtu ferð á rað, at Real Madrid vinnur ein týðandi dyst á Atletico Madrid í Champions League.
Fjórðingsfinalurnar:
PSG - Aston Villa
Arsenal - Real Madrid
Barcelona – Dortmund
Bayern München - Inter
Hálvfinalurnar:
Arsenal / Real Madrid - PSG / Aston Villa
Barcelona / Dortmund - Bayern München / Inter
Fjórðingsfinalurnar vera leiktar 8. og 15. apríl. Hálvfinalurnar vera leiktar 29. og 30 apríl, og 6. mai og 7. mai.