Charles kannast

Sum hertogi av Cornwall fær Charles prinsur løn frá hertogadøminum. Henni hevur hann goldið skatt av, men nú er illgruni um, at hann hevur ikki goldið skatt av sínum kapitalvinningi og heldur ikki felagsskatt. Sky News veit at siga, at ein serlig skattakanningarnevnd hevur biðið fíggjarmálaráðið í London greiða frá, hví prinsurin ikki hevur goldið tann skatt, sum hann skal gjalda sambært lógini. Samstundis hevur nevndin biðið um innlit í øll inntøku- og skattaviðurskifti hjá prinsinum. Sky News sigur, at kemur nevndin eftir, at Charles hevur snýtt skattavaldið, kann hann fáa eina stóra eykarokning.