Charlotta á Váli Olsen,
pedagogur, valevni Miðflokksins til Tórshavnar Býráð
Av tí at eg ongantíð áður hava verið á lista til býráðsvalið í Havn, eru tað helst fleiri, sum spyrja hvør eg og hvat eg standi fyri.
Fødd í 1954
Foreldur: Anna og Líggjas á Váli. Mamma er ættað úr Havn, men er uppvaksin í Norðradali
Pápi vaks upp úti í Svínoy, búði og arbeiddi í Klaksvík í mong ár
Átjan ára gomul flutti eg til Havnar saman við foreldrunum í 1972
Útbúgvin sum pedagogur í Danmark í 1978 og arbeiði sum leiðari á vøggustovu Stella Maris
Arbeiddi sum pedagogur á Barnaheiminum 1978-81
Gift við Óla Hans Olsen úr Skálavík
Børn: Jona 8 ár og Ólavur 6 ár
Eg vaks upp í einum góðum og gudsóttandi heimi, har kærleikin og virðing fyri øðrum menniskjum var í hásæti. Umsorgan fyri øðrum, var eitt eyðkenni fyri barnaheim mítt.
Førningurin heimanifrá hevur ført við sær, at eg altíð havi kent eina trongd at hjálpa teim veiku og forfjónaðu. Hjálpa teimum, ið fingu skerdan lut í lívinum, ikki minst teim brekaðu, børnunum, ungu, teimum í miðjum árum og teim eldru, ið hava serligan tørv. Hesum menniskjum ætli eg mær at virka fyri um eg gerist býráðslimur. Hetta er í stuttum tað, ið eg standi fyri.
Men skal hetta eydnast havi eg brúk fyri tínari hjálp og atkvøðu.