Heri Mohr
Ummælarin sigur m.a., at í 70-unum hekk tað kenda bílætið av Che í kamarinum hjá at kalla hvørjari teenage-gentu, og hann vil vera við, at tað enn í okkara døgum er at síggja á bannarum og t-shirts hjá vinstrahallum eitt nú REBEL í Danmark, ETA í Baskarlandinum og hjá Zapatistunum í Mexico. Hann, Klaus Wivel, veit kanska ikki av, at bílætið av Che Guevara fyri stuttari tíð síðan hevur fingið pláss á vegginum í landsstýrisins mentamálastýri og at hann sostatt er vorðin mentanarmaskottur landsstýrisins.
Í bókaummælinum verður m.a. framhildið, at »han var en skandaløs dårlig politiker, der til trods for, at han ikke havde en havanacigars forstand på økonomi, først blev udnævnt til Cubas nationalbankdirektør, dernæst til industriminister hvorefter han i løbet af ganske få år kørte Cubas økonomi i sænk og stødte både USA og Sovjet fra sig«. Um hann, áðrenn tað var komið so langt, eisini hevði roynt seg sum mentanarmálaráðharra, sigur ummælarin onki um.
»Han medvirkede til henrettelse på op mod 1500 politiske afvigere, kort efter at Castros vejr var i hus, så nogen stor nådebetynget humanist var han heller ikke?«
Í 1965 var Castro »træt af drømmerens politiske katastrofer«. Che Guevara segði tí sín cubanska borgararætt frá sær og fór »under falsk identitet« fyrst til Congo, og haðani flýddi hann til Tanzania, áðrenn hann fór til Bolivia, har hann varð myrdur í 1967 ? 39 ára gamal.