CHEðiligt við ABC

Í vikuni fingu vit at vita, at ABC ikki hevði ætlanir um at raðfesta barnsins 1. sjúkradag við løn

Tað átti at verið ein sjálvsagdur rættur. Rætturin mong longu hava, men summi enn ikki eiga.

Í vár var uppskot um barnsins 1. sjúkradag á tingi. Argumentið fyri at atkvøða ímóti var, at eingin kærumøguleiki var í lógini, og vit skuldu hyggja nærri eftir norskari lóg sum segðist at vera góð. CHE samgongan skuldi í heyst leggja uppskot fram um barnsins 1. sjúkradag. Seinast í august fingu vit at vita, at í heyst var tað klárt. Vit bíðaðu í tolsemi, vistu lítið tá.

So kom ABC til og vit undraðust, nú novembur mánaður kom, hvar uppskotið mundi blíva av. Svarið frá landsstýriskvinnuni var greitt: “Vit hava ikki raðfest hetta málið – vit raðfesta eina nýggja forsorgarlóg og at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar!” Skilagóðar raðfestingar, MEN ikki nóg gott, um alt annað dettur burtur.

 

Hvør verður við sviðusoð?

Meini so við, tey sum enn ikki eiga rættin til barnsins fyrsta sjúkradag við løn, eru tey sum hava lægst løn, vánaligast pensjónsskipan og bert fáa sjúkradagpening undir sjúku. Vit kunnu ímynda okkum, hvussu tað ávirkar húsarhaldið, um fleiri børn í einari familju hava verið smásjúk og mánaðarlønin verður ávirkað av hesum.

 

Føroysku barnafamiljurnar

Kanningin, sum Norðuratlantsbólkurin gjørdi, um hví føroyingar velja at búseta seg í Danmark vísti, at ein orsøk til at føroyingar valdu Føroyar frá vóru vánaligar sosialar skipanir. Ein vælvirkandi sosial skipan kundi inniborið, at øll foreldur høvdu rætt til barnsins 1. sjúkradag við løn.

Sum er, fáa føroysku kvinnurnar flest børn í Europu, men hvussu leingi kunnu vit vænta at tær halda áfram við tí, um vit ikki í minsta lagi tryggja familjunum hendan rættin?

 

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum

“Hatta kunnu partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir finna út av,” havi eg hoyrt fleiri siga. Tað hevði verið veldugt, ja! Men skulu vit bara lata standa til, nú tað enn ikki er eydnast teimum? Skulu kanska eisini siga, at tað almenna skal hvørki rinda ella blanda seg upp í pensjónsviðurskifti? Ella at okkum onga arbeiðsskaðalóg tørvar, tí tað mugu partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir finna út av?

 

Rós til Rósu

Eg ætli mær ikki at ásanna, at andstøðupolitikarar onga ávirkan hava. Tí frøddist eg almikið í dag, tá Rósa Samuelsen segði, at hon ætlaði at samstarva við allar flokkar um bústaðarpakkan, so hann gjørdist eitt felagsbarn. Vóni hesin leistur fer at verða nýttur í størri mun framyvir – stórt rós til tín Rósa Samuelsen! Men heldur tú ikki, at tú hóast alt kanst sannførast um at raðfesta, at øll foreldur hava rætt til barnsins 1. sjúkradag við løn?