Formaðurin í Tjóðveldi harmaðist á 60. flokstinginum um, at tað ikki eydnaðist at halda saman upp á CHE samgonguna, sum hann heldur avrikaði nógv upp á stutta tíð 60. floksting Tjóðveldsins er í dag í Skálavík. Høgni Hoydal, floksformaður, hevur hildið formansfrágreiðingina, har hann eitt nú segði:
Saman umtikið var CHE-samgongan eftir mínum tykki eins og várið í Prag. Eftir 4 burturspilt ár við ongum politikki undir ABC-samgonguni, har øll stýring og politisk ráðlegging varð slept og búskapurin køvdur, vóru nú politiskar ætlanir og atgerðir til viðgerðar. Summar rættiliga kontroversiellar, sum fingu fólk burturúr stólunum, men greiður politikkur og greiðar ætlanir, sum fólk kundu taka støðu til.
Hóast CHE-samgongan sostatt var ómetaliga politiskt virkisfør og setti met í at fremja ítøkilig mál, so hevur CHE-samgongan fingið spjaldur á seg sum ein klandurssamgonga, har onki kom burturúr. Ikki bara frá politisku flokkunum, sum tá vóru í andstøðu, men eisini í fjølmiðlunum.
Og jú, har var klandur, men fyrst og fremst innanhýsis í javnaðarflokkinum um eitt mál, ið stendur øllum Sandoyggjafólki næst. Tað fylti nærum hvørja tíðindasending og hvønn blaðteig alla ta tíð, ið CHE-samgongan sat. Endin varð, at CHE-samgongan misti meirilutan og helta fram sum minnilutastjórn eftir ólavsøku. Løgið tó at hugsa sær í dag, at tað málið, sum elvdi til alt hetta rokið, nú er jarðað av nýggju ABC-samgonguni, uttan at nakað kis hoyrist.