Chelsea dyrgir eftir Real-stjørnu

Tað sigur álítandi miðil úr Madrid seg vita

Kolumbianski James Rodriguez bergtók altjóða fótbóltsheimin, tá ið hann hevði eitt sera væleydnað HM-endaspæl í Brasilia í 2014. Kolumbia kom allan vegin til fjórðingsfinaluna, áðrenn brasilska vertstjóðin basti Rodriguez og landsmonnunum. 

 

Rodriguez skoraði heili seks mál í fimm dystum í hesum HM-endaspælinum. Serliga var tað ein rimmar fluktari í áttandapartsfinaluni ímóti Uruguay, sum situr negldur fastur í minninum hjá mangum fótbóltsfjeppara. 

 

Eftir væleydnaða endaspælið varð Rodriguez seldur frá Monaco til máttmikla Real Madrid fyri eina ríviliga upphædd. Her hevur gongdin tó ikki verið serliga góð hjá Rodriguez, og í fjør misti kolumbianska stjørnan plássið á liðnum, tá ið Zinedine Zidane kom í venjarastólin.

 

Hetta ger sítt til, at James Rodriguez møguliga verður at síggja í nýggjum felagi. Spanska Marca skrivar, at Chelsea vil hava Rodriguez til London, men skal hesin handilin gerast veruleiki, so krevur Real Madrid heili 520 milliónir fyri leikaran.

 

Livst, so spyrst, um Chelsea vil gjalda hendan prísin. Tað plagar í øllum førum ikki at vera nakar trupulleiki hjá ríka, russiska eigaranum hjá Chelsea, Roman Abramovich, at grava djúpt í lummanum eftir krónum og oyrum, tá ið tørvur er á tí.

 

James Rodriguez hevur higartil spælt 79 dystir fyri Real Madrid og skorað 25 mál.